Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Móðurmálsundirvísing skúlaárið 2019/20

Móðurmálsundirvísing skúlaárið 2019/20

Aalborg Kommune bjóðar hvørt ár móðurmálsundirvísing til skúlabørn úr EU og EØS londum. Um móðurmálsundirvísingina skrivar Aalborg Kommune:

“Formålet med modersmålsundervisningen er, at eleverne udvikler kompetencer, så de kan forstå det talte og skrevne sprog og kan udtrykke sig mundtligt og skriftligt. Undervisningen skal samtidig udvikle elevernes sproglige bevidsthed med udgangspunkt i, at de anvender to sprog i dagligdagen.”

Føroyingafelagið í Aalborg hevur verið í samband við Aalborg Kommune, sum játtar, at móðurmálsundirvísingin verður uppafturtikin skúlaárið 2019/20. Kravið er tó, at í minsta lagi 12 børn verða teknað móðurmálsundirvísingina.
Føroysk móðurmálsundirvísing fer fram á Herningvej Skole í Aalborg Øst.

Foreldur hava longu nú møguleika at tekna børnini til komandi skúlaár. Umsóknin til móðurmálsundirvísingina skúlaárið 2019/20 kann takast niður niðast á hesi síðu.

Tá ið umsóknin er fylt út og undirskrivað, skal umsóknin sendast til: fe-skole@aalborg.fo


Lesið meira um móðurmálsundirvísingina í Aalborg HER

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1