Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

No Comments

Minningarorð um Jóannes Nolsøe – Eitt lívstykki er farið

Minningarorð um Jóannes Nolsøe – Eitt lívstykki er farið
Til minnis um Jóannes Nolsøe – f. 24.06.42, d. 27.11.20

Tað var ein løgin kensla ein sat við, tá deyðsboðini um Jóannes Nolsøe komu. Nú var hetta lívsglaða menniskja, hesin heiðurslimur, ikki ímillum okkum longur.

Jóannes Nolsøe var nakað heilt serligt. Altíð var hann í góðum lag og hansara lætti verumáti og góða lag smittaði øll rundan um hann. Jóannes var ein lívsnjótari og hann hevði ein heilt serligan alsk til tónleikin. Hendan kærleika fingu vit í Føroyingafelagnum í Aalborg sera stóra gleði av.

Til allar veitslurnar hjá Føroyingafelagnum var Jóannes ein tann fyrsti, sum meldaði seg til. Hann kom altíð fyrireikaður til veitslurnar, har hann hevði funnið ein sang ella báðar tveir, sum hann fekk skipað í felagssang og altíð fylgdi ein søga við um sangirnar.

Omaná hetta, var Jóannes fastur organistur til føroysku gudstænasturnar í Aalborg, har hann handan orgulið spældi av livets lyst. Í yvir 20 ár var Jóannes organistur í Føroyingafelagnum í Aalborg og fyri drúgva og trúgva tænastu bleiv Jóannes heiðurslimur í felagnum í 2019.

Eg var sjálvur so heppin at koma at kenna Jóannes ígjøgnum tey trý árini, eg sat í nevndini í Føroyingafelagnum. Hesi trý árini gav Jóannes felagnum ótrúliga nógv. Hann hevði givið nógv til felagið, áðrenn eg kom í nevndina, og hann helt fram við at geva, eftir at eg fór úr nevndini. Jóannes var ein siðiligur maður, blíður og fyrikomandi. Altíð, tá eg møtti honum – eisini aftaná, eg fór úr nevndini – so heilsaði hann við einum smíli og segði; “góðan dagin, harra formaður”.

Við hesum vil eg siga túsund takk fyri títt blíða lyndi og íkast.

 

Fyri Føroyingafelagið í Aalborg,

 

Magnus Pauli West

Fyrrverandi formaður

Viðmerkingar

Viðmerking

Submit a Comment

UA-110930992-1