Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

No Comments

Martin Didriksen heiðurslimur í Álaborg

Martin Didriksen heiðurslimur í Álaborg

Nevndin í føroyingafelagnum í Aalborg 2020/21 hevur tilnevnt Martin Didriksen heiðurslim í Álaborg.

Sum tað seinasta, ið nevndin 2020/21 ynskti at gera, áðrenn hendan setan var av, var at tilnevna Martin Didriksen sum heiðurslim í felagnum. Hetta varð kunngjørt til flaggdagin hin 25. apríl 2021.

 

Martin hevur verið ein týðandi partur í felagnum, síðani hann flutti niður til Aalborg í 2015. Martin hevur – umframt at hava sitið tvær setur í nevndini – altíð verið klárur at geva felagnum eina hjálpandi hond. Hann hevur verið við til at byggja felagið upp til tað, sum vit í dag kenna tað. Martin gjørdi tað møguligt at skipa fyri teimum virtuellu tiltøkunum, meðan alheimsfarsóttin var ringast. Martin hevur harumframt verið sjálvboðin KT-tøkningur hjá felagnum, har hann í ár hevur valt at leggja árarnar frá sær eftir fýra trúføst ár.

 

Vit ynskja enn eina ferð Martini hjartaliga til lukku við heiðrinum.

 

Í heiðursbrævinum hjá Martini varð skrivað soleiðis:

 

Trúgvur og drúgvur limur, nevndarlimur, hjálparfólk og nú heiðurslimur.

Martin hevur, síðani hann flutti til Aalborg í 2015, verið fastur táttur av Álaborg familjuni og virkseminum, og hevur hann verið við til at menna felagið til tað, vit í dag kenna sum Álaborg. Frá óteljandi veitslum og tiltøkum við gittarspæli, undirhaldi og vertskapi; til heimasíðu og teldupostaskipan, ið hann sjálvur hevur forritað; og við ótroyttiligum ágrýtni hevur hann bygt – bókstaviliga bygt barr og bát – og givið seg sjálvan til felagið, so at hansara fingramerki eru at kalla allastaðni.
Felagið ynskir við hesum heiðursbrævi at takka Martini fyri trúfesti og tað tænandi lyndi, ið hann hevur givið seg til felagið við. Felagið takkar ríkiliga fyri og ynskir Martini bestu eydnu framyvir.

 

 

 

Nevndin 2020/21

Erika Hjalgrímsdóttir, Jóhanna Ortind, Gunn Zachariasen, Henný Rógvadóttir, Anja Magnussen, Eyðstein Borgardal og Ingi K. Midjord.

Viðmerkingar

Viðmerking

Submit a Comment

UA-110930992-1