Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Lýsing: Nýggjur tøkningur til Føroyingafelagið í Aalborg

Lýsing: Nýggjur tøkningur til Føroyingafelagið í Aalborg

HEVUR TÚ ÁHUGA FYRI SAMSKIFTI, KUNNINGARTØKNI, HEIMASÍÐUM OG TÍLÍKUM? SO ER TAÐ JÚST TÆR, IÐ VIT LEITA EFTIR!

Tíverri fer tøkningur felagsins frá eftir 4 trúføst ár, og tílskil mangla vit ein nýggjan. Tínar uppgávur vera í høvuðsheitum at umsita heimasíðu og teldupostskipan felagsins og at røkja aðrar fyrifallandi tekniskar uppgávur. Núverandi heimasíðuloysn er ein WordPress síða, sum er hosta hjá www.simply.com. Herundir er teldupostskipanin eisini.

Um hetta ljóðar sum førleikar, sum tú hevur áhugað í, so er tað kanska júst tær, ið okkum tørvar! Tað er sjálvsagt ikki eitt krav at vera ein ekspertur innanfyri økið, men tað kann hava sín fyrimun. Harafturat er ein góður møguleiki at menna seg innanfyri økið, ímeðan tað verður gjørt – og er hetta sjálvsagt heilt ókay. So ert tú lesandi innanfyri KT-heimin, er hetta ein avbera góður møguleiki at royna seg av, og samstundis prýða CV’ið hjá sær við sjálvbodnum arbeiði. Tú kanst viðlíkahalda okkara núverandi heimasíðuloysn ella koma við onkrum heilt nýggjum. Tað ger tú av sjálv/ur.

 

Um hettar hevur tín áhuga, er ikki at halda tær aftur at skriva til felagið umvegis teldupost á alaborg@alaborg.fo ella venda tær til umboð fyri nevndina.

 

 

Mynd: www.scservice.dk

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1