Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Lýsing eftir bókhaldara til Álaborg

Lýsing eftir bókhaldara til Álaborg

Seinastu árini hevur føroyingafelagið í Aalborg verið í ógvuliga stórum vøkstri. Hetta frøist nevndin um og er sera takksom og errin av undirtøkuni til tiltøkini í felagnum. Hetta ber eisini við sær, at uppgávurnar at dríva felagið eru fleirfaldaðar og eru eisini hvør í sær størri í vavi.

Ætlanin er tískil at býta ávísar uppgávur út, sum nevndin áður hevur havt undir hondum. Uppgávurnar eru merktar av at vera gerandisuppgávur, men tær eru ikki beinleiðis tengdar nevndararbeiðinum og nýtast tískil ikki at verða útintar av nevndarlimum. Hetta alt fyri at lætta um nevndararbeiðið, soleiðis at nevndin kann brúka orkuna upp á at fyriskipa verandi og sjóseta nýggj og spennandi tiltøk til limirnar í føroyingafelagnum.

Ein av uppgávunum er bókhaldið.

Føroyingafelagið hevur eina umseting á áleið 100.000,- um árið og við nýggja stuðlinum frá landinum, fer umsetingin væntandi at liggja um 200.000,-. 

Fyri at halda skil á peningastreyminum í felganum skal alt sjálvsagt bókast. Hetta merkir, at allar kvittanir skulu goymast, rokningar gjaldast, inntøkur bókast, soleiðis at til ber at fylgja við, hvat peningurin verður brúktur til og hvaðani peningurin kemur. Eisini skal ein árligur ársrokniskapur gerast, sum skal latast Aalborg Kommunu, sum verður almannakunngjørdur fyri limum og øðrum áhugaðum.


Uppgávurnar sum bókhaldari eru hesar:

  • Innsavnan av kvittanum og bóking
  • Innsavnan av rokningum og bóking
  • Innsavnan av uppteljingarseðlum (inntøku) og bóking
  • Uppteljing av høvuðskassa, innseta reiðan pening og taka vekslipening út.
  • Uppteljing og útvega lyklatøl, soleiðis at nevndin best møguliga kann leggja fíggjarætlan og gera íløgu í nýggj og afturvendandi tiltøk.

*Gjald av rokningum og útvegan av peningi verður framhaldandi uppgávan hjá peningarøklinum (valdur nevndarlimur).

Kunning um sjálvbodna arbeiðið:

  • Arbeiðstíðin er uml. 4 tímar um mánaðin.
  • Tað er ein fyrimunur er, um tú ert køn/ur í Excel og veitst nakað um bókhald. – Hetta er tó ikkinakað krav.
  • Eins og alt annað arbeiði í Føroyingafelagnum er bókhaldið eisini sjálvboðið arbeiði.
  • Freistin at søkja er 7 februar 2019.
  • Upplæring verður uml. hálvan februar og setan í mars 2019.

Ert tú áhugað/ur í uppgávuni, ert tú vælkomin at seta teg í samband við nevndina á alaborg@alaborg.fo.


Við kvøðu

Føroyingafelagið í Aalborg

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1