Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Løgtingsvalið 2019: Søk um valrætt

Løgtingsvalið 2019: Søk um valrætt

Heilsu- og innlendismálaráðið heitur á lesandi uttanlands um at senda inn umsókn um tey ynskja valrætt til Løgtingsvalið 2019.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur í dag sent út tíðindaskriv, har heitt verður á lesandi uttanlands um at senda inn umsókn, um tann lesandi ynskir valrætt til komandi Løgtingsval, ið verður í 2019.

Treytir fyri at lesandi uttanlands fáa valrætt er:

  • at tann lesandi, vegna útbúgving, fyribils hevur tilhald uttan fyri Føroyar, og
  • at tann lesandi framman undan fráflyting úr Føroyum var skrásett/ur í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Um umsóknin verður játtað, verður tann lesandi settur á vallistan í teirri kommunu har viðkomandi seinast var skrásett/ur í Fólkayvirlitinum.

Les tíðindaskrivið frá Heilsu- og innlendismálaráðnum her.

Umsóknarblaðið finst her, og skal umsóknarblaðið sendast í brævbjálva til kommuna tann lesandi seinast var skrásett/ur í Fólkayvirlitinum.

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1