Kvinnukvøld
Til allar kvinnur!
Vit hava skipað fyri einum brakið av einum kvøldið, og vóna at undirtøkan verður eins góð sum seinast.
Vit hava gjørt okkara besta fyri at lurta eftir rís og rós frá luttakarunum frá seinasta kvinnu
tiltakinum, og hava av hesi orsøk m.a. valt at lata dyrnar upp longu klokkan 19 amoxicillin netistä!
Sum við undanfarnu tiltøkunum, so hava vit eisini eitt tema til tiltakið, og hetta verður…
drumroll… Trick or Treat! Kvinnukvøldið verður í somu viku sum Halloween, tískil ynsktu vit at geva tykkum møguleikan at møta upp sum grýla. Vit meina, at hetta temaði er rættiliga opið, tí tú kanst antin verða ein ”trick” ella ein “treat” – altso grýla ella tað meiri vakra, sum til dømis glimmur – bert tín kreativitetur setur mørkini!
Vit byrja kvøldið eins og seinast við einum vælkomstdrink. Eftir at vit allar hava fingið sess og eitt gott prát fara vit at byrja kvøldið við einari kvinnu kviss, so tað ræður um at lesa væl upp á Disney og um kendar kvinnur! Hendan kvissin fevnir um trý umførð, har møguleiki er at vinna okkurt leskiligt úr barrini og eitt skot til allar við vinnara borðið.
Síðani fara vit eisini at hava eina Kahoot spurnarkapping! Her ræður tað um at vera skjótast at svara spurningunum rætt.
Vinnarin av Kahoot kappingini vinnur eitt atgongumerki til Álaborg Karnevalsgonguna 2020!
Eftirsum tit vóru so raskar at syngja karaoke seinast, kunna vit ikki annað enn at ynskja eitt, tvey ella fimm eykaløg hesaferð. Kvinnukvøldið er eisini fylt við øðrum skemtingarligum undirhaldið!
Fyri at luttaka krevst at tú ert limur. Útyvir tað skal gjaldast eitt goymslugjald (depositum) á 50 kr. sum tú fært aftur, tá ið tú møtur upp til tiltakið. Tað er avmarkað atgongd, tískil er best at vera skjót at tekna seg, tí seinast var útselt eftir stutta tíð.
Um tú vilt vera ein partur av hesi rimmar veitslu tann 2. nov 2019, so send ein teldupost til erika@alaborg.fo og viðmerk títt navn og “kvinnukvøld.”
Mobilepay: 49703
Konta: 1551-1606549
Kom við til eitt herligt kvøld og tak endiliga vinkonuna við! 🎉❤ Vit gleða okkum at síggja tykkum!
Fylg tiltakinum á Facebook.