Kvæðini sunnudag kl. 11:00
Vit vilja fegin nýta høvi at takka øllum, sum saman við Fótatraðk ríkaðu Álastevnuna við føroyskum dansi og góvu vitjandi eina uppliving fyri lívið.
DAGFØRT: Í morgin sláa vit ring longu kl. 11:00-11:45 í konsertsalinum Hybrid. Vit gleða okkum at síggja tykkum til føroyska dansin. Øll eru vælkomin uppí, og øll eru somuleiðis hjartans vælkomin at vera í føroyskum klæðum.
Kvæðini sunnudag:
Í Gøtu ein dag
Í Gøtu ein dag
har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:
Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár
klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff.
:,: Øll Gøta var paff. :,:
Ei undur var í:
Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð
lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast,
at Trølkonufingur í liðinum brast,
og Kellingin datt, hon stóð har so trygt,
:,: og Risin fekk gikt :,:
Nú vaknaði við
hin gamli í gjónni og royndi eitt stig,
men tungur var bulur og beinini veik,
tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik?
Hann gandaði Geyta í grøvini lá,
:,: so Geyti stóð hjá. :,:
Teir heilsaðust so.
Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð.
Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt,
eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt.
Um tingið er sett og um menn lata skatt,
:,: meg lysti at frætt. :,:
Tað gekk so ein tíð,
og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð.
“Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók
um Sigmund og teg og um kalvan teg tók.
Í gandi hvør maður í Føroyum er nú
:,: nógv betur enn tú. :,:
Teir sigla í logn,
teir rógva og hava ei árar í ogn.
Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág,
úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá;
hin “rómarski” pávin lá deyður ein dag –
:,: brátt vistu teir tað. :,:
Men fólkið er smátt,
og kvinnurnar detta um miðjuna brátt.
Á høvdinum bera tær fjarðar og gras,
og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las.
Á monnum er pannan so høg, at eg sá
:,: hana aftanífrá. :,:
Og alt letur skatt,
og mjøður er bannaður – jú tað er satt.
Tað mesta av jørðini fór undir kong” –
Tá suffaði Tróndur: “So aftur í song! –
Men sig hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!”
:,: “Jú, teir selja grýn!” :,:
BRESTIS KVÆÐI.
1. Árla var um morgunin,
sólin roðar i hav,
Beinir gekk i skálan inn,
sum Brestir sterki svav.
Niðurlag:
Treðum lættliga dansin!
Dagurin skín so fagurliga,
komið er hægst á summarið.
2. “Statt upp Brestir, bróðir mín!
sól i skorar gyllir,
eingin blæsur vindur á vág,
og sjógvurin er stillur.
3. Lít tær út at Lítlu Dímun,
har hvítir ei við tanga,
aldri fæst ein betri dagur
bjargaseyð at fanga.”
4. Tóku bond og bjargalinur,
gyrdu svørð við belti,
gingu so til strandar oman,
dreingir tveir teir eltu.
5. Mælti tað Sigmundur Brestisson,
vetrar var hann níggju:
“Eg skal út á Lítlu Dímun
hin villa veðr at síggja.”
6. Svaraði Tórir Beinisson,
á tólvta ári var:
“Faðir, fert tú á Dímun út,
lat meg fylgja tær!”
7. “Hvat skulu tit á Dímun gera,
har eru stíggir trongir,
langir eru teir loftskútar,
og lágir eru tit dreingir”
8. Svaraði Sigmundur Brestisson,
snimma vaks hans hugur:
Hann, ið alist við øsku inni,
lítið í leikum dugir!”
9. “Satt hann sigur, sonur mín,”
Brestir tók til orða,
“eingin skal hjá ungum alva
bragdarhugin forða.”
10. Tóku bát úr tøttum neysti,
rangt var teimum sjógvað,
dreingir settust i rengur niður
og høvdingar at rógva.
11. Løgdu teir at oynni inn,
bátin upp teir drógu,
gingu so í bergið fram,
sum brattar rásir lógu.
12. Fótafimir og klófastir,
óttaðust ei nakað,
lupu lætt um leysar upsir
styggan seyð at taka.
13. Fimm hundrað av áseyði
Lítla Dímun bar,
svart var alt sum kolamógvur,
eyðkent slag tað var.
14. Stygt og kvikt sum villur fuglur,
vártreyst út av lagi.
So er sagt, at hvalbingar,
teir tóku av alt slagið.
15. Tykir mær tað harmiligt
at fara so um fæ;
fyrnsta seyð, i Føroyum var,
meg lysti enn at sæð.
16. Fullvæl dugdu høvdingarnir
vargaseyð at veiða,
gingu so at báti oman,
fongin við sær leiða.
17. Hildu fram at Stóru Dímun,
vildu vinna heim,
siggja trinnar miklar skútur
sigla mótur teim.
18. Albrynjaðar triggjar tylvtir
taldu teir á førum;
glitra spjót og gyltir hjálmar,
sólin skein á svørðum.
19. Brestir mælir orðum hátt,
gott var í honum evni:
“Fullvæl kenni eg seglini
og gylta drekastevnið.
20. Hoyr tú Beinir, bróðir mín!
hvat ráð skulu vit taka?
Hasir eru garpar teir,
ið okkum ætla at saka.
Stolt Signhild
1. Stolt Signhild lader brygge og blande vin,
– så favr da falder den rin –
hun byder sin broder hjem til sig.
Udi brynjer alle.
1. Og de skænkte mjød, og de skænkte vin; de skænkte så længe, som solen skinned.
3. Hendes broder og han ville ride hjem, stolt Signhild byder hannem følgesvende.
4. “Og hvad skal jeg med følgesvende? Mine fiender eru nu alle i senge.”
5. Og der han kom foroven den by, der mødte han sine fiender syv.
6. Og der han kom i tykken ris, da blev han sine fiender vis.
7. “Jeg beder Eder, alle mine fiender, for Gud: I lade mig blæse i forgylden ljud.”
8. “Og du skal have vort minde dertil; du blæs i ljud imedens du vil.”
9. Han blæste i ljud, han blæste så hårt, det hørte stolt Signhild i sin gård.
10. Han blæste i ljud, han blæste så længe, det hørte stolt Signhild i sin seng.
11. Stolt Signhild råber over al sin gård: “I lede mig ud min ganger grå.”
12. “I lede mig ud min ganger grå, vel syv år siden han solen så.”
13. “Han solen ej så vel i syv år;
vel femten år siden han sadelen bar.”
14. “I hente mig ud mit glavind og spjud; vel átjan år siden de vare ude.”
15. Stolt Signhild red, så fast hun rende; sin gode fole derover hun sprængde.
16. Stolt Signhild råber, hun var så vånd: “Du svar mig, broder, om du kan.”
17. “Ikke er jeg ve, og ikke er jeg vånd; du hjælp mig, søster, om du kan.”
18. Hun hug ihjel hans fiender syv; så førte hun hannem levende til by.
19. Og havde det været to for en,
så havde hun givet dem dødsensmen.
20. Og høvdu tað verið tveir fyri ein,
– så favr da falder den rin –
so hevði hon givið teimum deyðamein.
Udi brynjer alle.
JÁKUPSA SKEGG.
1. Jákupsa skegg var sjáldan turt,
tá ið hann kom á bøin, var bundið burt.
Niðurlag:
Men Dansen den gaar
saa let igennem Lunden.
2. Marjun við síni brendu 1ið:
“Eg meini, at krovið er burtur við.”
3. “Er krovið burtur, skal tað yngsta minnast,
og inni fyri harrunum skulu vit finnast.”
4. Jákup sker i sjóðheitan grát,
fór oman til Sjúrða at lána sær bát.
5. “Bátin skalt tú fáa, sum eg hann eigi,
eg hopi, at harrarnir verða ikki vreiðir.
6. Bátin skalt tú fáa við mastur og segl,
upp á vegin skal tú fáa eitt skerpitjógv.”
7. Jákup hann stígur i fremra stavn:
“Nú ætli eg mær til Kjøpinhavn.”
8. Tá ið hann kom har mitt á fjørð,
tá bognaði skútan sum ein gjørð.
9. Tá ið hann kom har út á hav,
tá brakaði hvørt sprek, i Sjúrða báti var.
10. Hann kastar síni akker á hvítan sand,
fyrstur steig Jákup fótin á land.
11. Ein harri út av vindeyga sá:
“Her kemur ein maður i kappanum grá.
12. Her kemur ein maður i kappanum grá,
ongum líkari enn Sibba at sjá.”
13. Uppi i grasagarði akslar hann skinn,
og so gongur hann fyn harrarnar inn.
14. Jákup hugsar við sjálvum sær:
hví stendur eingin upp fyri mær?
15. “Mine naadige Herrer, ville I mig høre,
jeg haver en Sag for Eder at føre.
16. Eg átti eitt bundi, og tað var gult.
Ein tunna av korni so var tað fult.
17. Tó at tað ikki var turkað á sorni,
so var tað so gott sum ein tunna av korni.
18. Hálvt hevði eg ætlað mær til fræ,
hálvt hevði eg ætlað mær til jóladag.
19. Hálvt hevði eg ætlað mær til jóladag,
teir stjólu tað burtur tann sama dag.”
20. Harrarnir svaraðu honum i stikli:
“Hví kemur tú higar við ongum vitni?
21. Hvi kemur tú higar, títt Føroya barn?
tú skal verða settur i tað harðasta jarn.
22. Hví kemur tú higar at klaga um korn?
tú skal verða settur i tað hægsta torn.”
23. “Meðan eg ongan rættin kann fá,
so lati meg sjálvan i lógbókina sjá.”
24. Tað fyrsta Jákup Sibbi i lógbókina sá,
tá kendi hann ikki s fyri k.
25. So mundi Jákup frá lógbókini renna,
ongan bókstavin mundi hann kenna.
26. Jákup uttar eftir beinkinum ekur,
tann ovasti harrin eftir byrsuni tekur.
27. Jákup út um dyrnar gløir,
tann ovasti harrin byrsuna løðir.
28. Jákup út um dyrnar leyp,
tann ovasti harrin eftir honum skeyt.
29. Jákup út um dyrnar gekk,
eittans haglið i dyntilin fekk.
31. Gud lati meg aldrin liva tann dag,
at eg komi aftur i sovorðið lag.
32. Gud lati meg aldrin liva so leingi,
at eg komi aftur fyri slíkar dreingir.”
Sigmundskvæði yngra
1. Í Føroyum búðu høvdingar tveir,
Tróndur og Sigmundur itu teir.
Noregs menn! dansið væl í stillum;
stilli tykkum allar,
riddarar, Noregs menn!
dansið væl í stillum.
2. Sigmundur búði Skúvoy á,
Tróndur búði við Gøtuvág.
3. So grammur var Tróndur, hann hugsar ilt:
Sigmundur hevur vár’ veitslu spilt.
4. Tróndur hann situr í sínari lon:
“Tit heintið mær Sjúrða Tollaksson.
5. Tit heintið mær Gutta og láa Tór.”
Snarliga boð eftir teimum fór.
6. Inn komu garpar og søgdu so:
“Hvat vilt tú, Tróndur, tú sendi oss boð?”
7. “Eg havi sent tykkum boðini tey,
at tit skulu hjálpa til Sigmunds deyð.
8. Tit hvessið spjót, tit hvessið knív;
tað skal galda Sigmunds lív.
9. Hetta mítt ráð man vera gott:
Vit skulu herja á hann á nátt.”
10. Teir samlaðu saman sveinar og menn
og gingu til strandar allir í senn.
11 So sigldi Tróndur Skúvoyarfjør,
skútan bognaði sum ein gjør.
12. So myrk var náttin, og skútan gegg,
so blíðan byrðin Tróndur fekk.
13. Myrk var náttin, og skútan rann,
teir hildu beint mót Skúvoy fram.
14 Eingin vardi, teir komu hartil,
alt gekk til, sum Tróndur vil.
15. Skramblaðu teir við vápnum hart,
so hurðar gingu í smildur snart.
16. Sigmundur vaknar úr svøvni brátt:
“Hvør brýtur inn á meg í nátt?”
17. “Hann, sum brýtur tínar dyr,
tað er tann maður, tú háaði fyrr.
18. Sigmund helt sítt svørð ímót,
fimm fullu høvur á Tróndar fót.
19. Sigmundur høggur av makt og vold,
trý fullu høvur á Tróndar skjold.
20. Tróndur hann var til ilsku fús:
“Tit setið nú eld á Sigmunds hús!”
21. Sigmundur talar til frænda sín:
“Nú má eg rýma av húsi mín’.”
22. Einar úr Suðuroy, hans frændi Tór,
eingin annar við Sigmundi fór.
23. Sigmunds hústrú stendur við vegg:
“Tú hoyr meg , Tróndur Gøtuskegg.
24. Stríðist tú móti konu og børn,
so ert tú grískari enn ein bjørn.”
25. “Tit sløkkið eld, tit stingið inn knív!
Eg stríðist bert um Sigmunds lív.”
26. Tróndur vendi borgini frá,
beint ímót’ sum Sigmundur lá.
27. Tróndur hevði so fyri orð:
“Eg kenni royk av Sigmunds sporð.”
28. Tróndur biður teir hava mót:
“Eg kenni royk av Sigmunds fót.”
29. Teir gingu fram um grøna lund,
teir dvøldust við gjónna eina stund.
30. Sigmundur sær um gjónna brá:
Steingríms høvur á vølli lá.
31. Sigmundur aftur um gjónna sprakk,
svørðið úr hans hondum stakk.
32. Sigmundur flýddi á oynna norð,
Tróndur hevði tá manndómsorð.
33. Sigmundur kastaði í havið seg,
Einar og Tóri sama veg.
34. Tá ið Tróndur hetta sá,
aftur at báti skundar hann tá.
35. Aftur at báti skundar hann tá,
men ikki kundi hann Sigmundi ná.
36. Svimja teir tríggir við miklari ferð,
sum streymur harður á firði er.
37. Tórur aftur um seg sá:
“Nú tekur Einar at dragna frá.”
38. Sigmundur gjørdi sær tann ómak:
hann legði Einar á sítt bak.
39. Tórur rætti Sigmundi hond:
“Nú hevur Einar givið upp ond.”
40. Sigmund slepti Einar’ av,
Suðuroyarfjørður varð hans grav.
41. Sigmundur svimur og frændi hans,
enn er fjórðingur eftir til lands.
42. Tórur legði seg bylgju ímót.
“Nú eri eg givin í hond og fót.”
43. Tú svim til lands, legg einki í meg!
Eg eri farin, men redda teg.
44. Svaraði Sigmund’, í sjónum sat:
“Ei, mín frændi, skiljast vit at.
45. Vit vóru saman í mangari ferð,
ei mín frændi, skiljast vit her.”
46. Sigmundur var í orðum trygg’,
hann legði Tóra á sín rygg.
47. Sigmundur svimur av allari makt:
“Nú hava vit at landi lagt.”
48. Brimið tað brýtur sum boðaslóð,
Tað Tóra niður at botni dró.
49. Sigmundur var ein menskur mann,
men ikki bóru beinini hann.
50. Tá hann hevði svomið tann veg so lang,
hann legði seg stillan niður í tang.
51. Torgrímur átti Sandvík fyrr,
hann sá ein morgun út fyri dyr.
52. Torgrímur hugdi mót tara út:
“Eg meini, eg síggi ein reyðan klút.”
53. Tórgrímur talar til dreingir tveir:
“Tit vitið, um har er nakað meir.”
54. Inn koma dreringir og siga frá,
stórur maðu rí tara lá.
55. Ein stórur maður í tara lá,
ongum líkari enn Sigmund’ at sjá.
56. Torgrímur tók sær øks í hond,
so fór hann til sjóvarstrond.
57. Torgrímur niður í taran sær,
maktarleysur lá Sigmundur har.
58. Torgrímur talar til sveinar sín’:
“Gullringur Sigmunds skal vera mín!”
59. “Dreingir, tit haldið mær í hans hár,
meðan eg gevi honum banasár.
60. Dreingir, tit haldið (í) hans hár í topp,
meðan eg skilji høvur frá kropp’.”
61. Dreingirnir hildu í hans hár,
meðan hann gav honum banasár.
62. Dreingirnir hildu (í) hans hár í topp,
meðan hann skilti høvur frá topp.
63. Gullringin bóru teir heim til hús,
men kroppin gróvu teir í sand og grús.
64. Ein slíkan enda Sigmundur fekk,
hans líki ei í Føroyum gekk.
Jens Chr Djurhuus (sjóvarbóndin)
Nú gerast kvøldini myrk og long
Nú gerast kvøldini myrk og long,
ov lítið eg dugi at spinna.
Heima har gerst mær stovan ov trong, hvar skal eg mær stuttleikan finna? Frægast man vera at fara í dans. Heimalambið er har, eg gevi tí ans, og í Klubbanum hittist mangt par,
har man finnast eitt hvørt vakurt fyri mær.
So klæði eg meg í mín stutta stakk, sum neyvan til kníggja man røkka, silkisokkar og skógvar av lakk,
sum brádliga sundur munnu støkka. Ja, skjótt er at greiða mítt dreingja hár, so klíni eg smyrsil uppá kyssusár,
so er daman í galla og jong,
nú bert tørvar mær ein heimalambsdrong.
Mót ́ Klubbanum seti eg mína kós,
har jazzbanda dreingirnir grenja.
O, gævi eg fann mær ein fittan matrós, sum eg út í dansin kann venja. Treystliga stígi eg um Klubbans gátt, eg veit, at eg fái eina stuttliga nátt,
nú eg síggi ein danskan korporal,
hann skal vera í kvøld mítt høvuðsmál.
Við blíðum eygum og bros á kinn
eg tíðum á hann man heita.
Vakrari drongi í hold og skinn
tú leingi eftir skal leita.
Hann hyggur og hann brosar yvir móti mær, hann kennir at eg havi hug á sær,
so trínur hann fram , ger eitt bukk:
“Må jeg be ́om en dans, frøken sumk”.
Til jazzbanda streingir vit fara á flog
og fram eftir gólvinum reika,
og eyguni hittast og bera boð,
meðan hjartað í ørsku man leika.
hann lýður mær í oyrað: “Vi ta ́r os en tur, her bliver så trangt som i et fangebur”,
og ú Klubbanum hvørva vit brátt, nú fyrst byrjar hin stuttliga nátt.
So vinarliga hond í hond
vit undan fólkinum renna,
og steðaga forpøst har yviri við strond, har eingin okkum man kenna.
Og mánin hann skínir yvir Nólsoyarfjørð, hann skínir og glampar , so vit verða ør, og teir knappar teir skína sum gull,
ja, av elskhugi eg verði so full.
Eg kvøði ei meira um hesa nátt, eg livdi jú fleiri slíkar.
Er drongurin fittur og veðrið gott,
tá alt eftir vild seg líkar.
Ja, hugurin er góður av besta slag, um teir koma aftur ella fara avstað. Men tá vit ikki ongur fáa drong, ja, so fara vit allar undir kong.