Kvæðini á Ræstkjøtaveitsluni
Traditionen tro sláa vit ring eftir borðhaldið á Ræstkjøtaveitsluni. Heiðurslimur okkara, Jóannes Nolsøe, skipar føroyska dansinum.
Komandi leygarkvøld, 14. mars, verður ársins Ræstkjøtaveitsla, sum aftur í ár er fullsett. Sitandi nevnd takkar fyri seg undir hesari veitslu, og eftir midnátt tekur nýggja nevndin yvir. Sum vant verður føroyskur dansur eftir borðhaldið. Heiðurslimur okkara, Jóannes Nolsøe, skipar føroyska dansinum og hevur nú sent okkum kvæðini, ið vit fara at kvøða:
- Føroyingar, sum her nú koma saman
- Nú gerast kvøldini myrk og long
- Veturin kom við kulda og kava / Burtur á heiði
- Kongaríkið í Babylon
- So vakrar moyggjar og knappar menn
- Flóvin Bænadiktsson
Um tit trýsta á kvæðini omanfyri, finna tit tekstin til tey. Flest teirra eru eisini at finna á YouTube.
Eftir føroyska dansin (uml. kl. 00.00) verða dyrnar latnar upp til dansin við Hans Andriasi Jacobsen. Limir kunnu keypa atgongumerki til dansin við dyrnar og atgongumerkið kostar einans 50 kr.
Nevndin