Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kunningartiltak í annaðkvøld

Kunningartiltak í annaðkvøld

Í annaðkvøld, hósdagin 12. september kl. 17.00-19.00 skipar føroyingafelagið í Aalborg, nýggja Vegleiðingin í Aalborg og MFS fyri einum kunningartiltaki fyri limum, nýggjum lesandi og tilflytarum í Norðurjútlandi. Tiltakið verður í Álastovu á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg. 

 

Sí skrá niðanfyri: 

  • Leigusáttmálar – góð ráð
  • Boligstøtte – hvat og hvussu?
  • Skattur – skattur og full skattaskylda í Føroyum
  • Herskylda – hvat er galdandi og hvat skal ein gera?
  • Tryggingar – krøv og bíligar loysnir
  • Sygesikring Danmark – fyrimunir
  • A-kassar – hví er gott at verða í A-kassa?
  • Dagpengar eftir loknan lesnað
  • Fakfeløg – hvat gera teyog hví skal man verða limur?
  • Barsil – eftir loknan lestna
  • Frítíðarítriv – møguleikar í Álaborg
  • Góð ráð til tann lesandi
  • Annað – spurningar og uppskot til vegleiðingina í Aalborg

  • MFS Aalborg
  • Sjálvboðið arbeiði í føroyingafelagnum

Hava tit ávísar spurningar áðrenn tiltakið ella evni, sum tit ynskja við á dagsskránna, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við nevndina, soleiðis evnið verður tikið upp.


Aftaná kunningarátakið verður skipað fyri ÁlaQuiz, har Tummas Jóhan Sigvardsen er quizmaster. ÁlaQuiz er fyri limirnar í felagnum, og tað er sjálvsagt møguligt at tekna sær limaskap áðrenn HER ella gera hetta eftir kunningartiltakið. Limaskapur fyri seinnu helvt av 2019 kostar 75,-

Vit síggjast! 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1