Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kommandi Tiltøk

Kommandi Tiltøk

Nú ber til at síggja nøkur av teimum tiltøkum, sum felagið hevur almannakunngjørt í dag – trýst HER.

Á skránni sært tú eitt nýtt spennandi tiltak, ið er 03 feb. og 30 mars – Føroyskt Filmskvøld. Møguleiki er eisini at leita sær á ræstkjøtaveitlsu saman við mongum øðrum føroyingum her í Norður Jútlandið. Jólaveitlsan varð so mikið væl móttikið at atgongumerkini vóru útseld næstan beinanvegin. Tey afturvendandi ítróttartiltøkini halda áfram aftaná ársskiftið, og mannagongdin er sum áður. Mong onnur tiltøk eru eisini á skránni í 2018:

  • Páskaguðstænasta
  • Kom & Spæl
  • ÁlaQuiz
  • ÁlaBrunsj

og annað….

 

GG!
Tað kann koma fyri at ymiskt um tiltøkini kann verða broytt, og tilskil viðmæla vit at fylgja við hvørjum einstakum tiltakið á heimasíðu okkara ella Facebook. 

 

 

Stutt lýsing um Føroyskt Filmskvøld

Sjálvasti Andrias Høgenni fer at sýna okkum føroyskar stuttfilmar, egið tilfar eisini, og tilskil vilja vit viðmæla øllum okkara limum at leita sær út í Álastovu til hetta tiltakið, sum verður skipað í tveimum umførum. Andrias Høgenni hevur áður fingið sera góð ummæli fyri sínar fyrilestrar isamband við sýning av stuttfilmum.

Nærri kunning kemur seinni!

Ræstkjøtaveitlsan 2018

Sum áður nevnt varð Jólaveitlsan so væl móttikin, og tískil væntað vit ikki at tað verur øðrvísi við Ræstkjøtaveitsluni! Atgongumerkini verða sett til sølu á heimasíðu okkara, tá ið vit nærkast veitsluni, og væntandi verða tað fleiri atgongumerkir enn á Jólaveitsluni 2017.

Tískil vilja vit viðmæli okkara limum um at ogna sær atgongumerkið sum skjótast, tá ið sølan er byrja á heimasíðu okkara.

So um hugurin er til eitt stak hugnaligt kvøld, við vinum og kenningum úr heimlandið okkara, so er at leita sær á ræstkjøtaveitsluna. Gott kjøt, undirhald og gott lag – ein væleydna veitlsa verður tað ivaleyst!

Meira, og betri, kunning um veitsluna kemur seinni!

 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1