Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Jólaveitslan: Tríggjar røður

Jólaveitslan: Tríggjar røður

Til ársins jólaveitslu vórðu tríggjar røður hildnar. Røðarar vóru Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur og heiðurslimur í felagnum, Jóannes Nolsøe, organistur og heiðurslimur í felagnum og Kára Veirum, hjálparfólk og fyrrverandi og longstsitandi nevndarlimur í felagnum. 

Lisbeth, prestur og heiðurslimur í føroyingafelagnum, og vinkonan Annette


Lisbeth Solmunde Michelsen helt røðu á ársins jólaveitslu.

(Røðan er leysliga ljóðskrivað): Lisbeth legði út við at takka nevndini fyri sjálvbodna arbeiðið í føroyingafelagnum: 

“Tey gera eitt megnar megnar arbeiði. Tey arbeiða bæði dag og nátt, og vit fáa eisini heilsanir yvir Facebook allar tíðir á døgninum. Eisini ein serlig heilsan til Trónd, ið situr til familjuveitslu í Esbjerg. Eg haldi, at hann er tríminingur mín. Vit føroyingar eru altíð tríminingar, ferminingar, systkinabørn ella okkurt fjórða“, segði Lisbeth skemtandi. 

 

Tað er eisini einanstandandi at síggja øll hesi ungu fólkini, sum koma her. Vit eru ommur og abbar, og eg havi verið í Danmark í 50-60 ár, men tað er fantastiskt at síggja øll hesi ungu, sum koma til Aalborg. Og eg veit, at Aalborg er eitt heilt serligt stað. Og tað er so einanstandandi, at føroyingar funnu útav at fara longri enn til Kjøpinhavn ella Århus, tí Aalborg Universitet og útbúgvingarstøðini í Aalborg eru serliga góð og felagsskapurin er burturav.” helt Lisbeth fram.


Síðani fortaldi Lisbeth eitt sindur um seg sjálva og bjóðaði til føroysku Jólagudstænastuna 8. desembur:  

Eg eri eisini prestur. Altso, eg eri omma, mamma og eisini prestur í Dómkirkjuni Budolfi, men annars eri eg prestur fyri føroyingar burturav. Eg havi ikki søkt starvið, eingin hevur sett meg og eg fái onga løn, so eri akkurát sum ein gammeldags trúboðari”, segði prestur brosandi, “Og í 42 ár havi eg javnan havt føroyska gudstænastu allastaðni í Danmark. Og tað hava vit eisini her tann 8. Desembur í Klosterkirken í Aalborg, og eg vil siga við tykkum øll somul, at tit eru hjartaliga vælkomin. Tað er líkamikið, um man er babtist ella kirkjufólk – tað hugsa vit ikki so nógv um í Danmark. Tað er bara at koma og vera við.” 

 

Afturat tí segði prestur: “Tá ið vit høvdu gudstænastu fyri grønlendararnar, tá haldi eg, at tað vóru yvir 300 luttakarar. Og eg haldi, at vit skulu vita, um vit ikki klára at verða líka so nógv.”

 

Jólagudstænastan verður sunnudagin 8. desembur í Klosterkirken kl. 14.00.
Eftir gudstænastuna bjóðar føroyingafelagið ein drekkamunn og køkubita í kirkjukjallaranum í Budolfi kirkjuni.

meira kunning á heimasíðuni ella á Facebook



 

Jóannes Nolsøe, organistur og heiðurslimur í føroyingafelagnum


Jóannes Nolsøe hevur sent føroyingafelagnum røðu sína frá ársins jólaveitslu. Røðan var sum skrivað niðanfyri:


Eg sakni Hjørleif Splidt okkara millum í kvøld. – Hin 3. aug. var eg við til at bera hendan heiðurslim felagsins til gravar.

Tað var Hjørleif, sum m.a. tók stig til at stovna tað, eg vil kalla fyri ‘mini-álaborgfelagið’ – hin føroyska sjavsklubban, har ogør fýra Hjørlefi, Litta, Sonja og eg møttust upp á skift hvør hjá øðrum fyri at hugna okkum við góðum bita, sjavsspæli og práti.

Fyri stuttum fall eg á nøkur orð í blaðnum ‘Trúboðin’. Hetta var ein heilsan frá trúboðaranum Torleif Johannesen til beiggja Hjørleif  – tann 97 ára gamla Jens Pétursson, sum býr í Reykjvík. Føroyski trúboðin var á vitjan á sjómansheiminum í Reykjavík – Ørkini, har Jens ígjøgnum nógv ár hevur átt síni spor. 

Í orðunum, trúboðin gav hesum beiggja Hjørleif, komu nógv felags lyndiseyðkenni brøðranna til kennar.  Lyndiseyðkenni sum trúfesti, hjálpsemi, gudstrúgvin, lítillætni og humorin. Og  væl bar til at síggja líkheit við Hjørleif á viðheftu myndini av íslendska bróðrinum Jensi.  

Við takklæti og virðing lýsa vit frið yvir minni um Hjørleif Splidt.


Eg vil ynskja Álaborg felagnum til lukku við at hava stovnað eitt kór.  Síðsta sunnudag var eg  í kirkjuni, har kórleiðarin f. álaborgkórið Julian er organistur. – Í Nibe kirkju hevði hann tann seinrapartin konsert saman við føroyska trompetistinum Rúni Hentze. Julian bað meg endiliga takka tykkum fyri, at tit møttu so fjølment upp . – Nei, tvætl.  Men so vítt eg skilji, so luttaka tit ætlandi undir føroysku jólagudstænastuni hin 8. dec. – Tíanverri ber mær ikki til at koma í Kleysturkirkjuna hendan dagin, tí eg tann dagin skal spæla til føroysku jólagudstænastuna hjá føroyingafelagnum í Århus. Eg fegnist annars um, aftan á 9 mánaðar ‘farloyvi’ frá orgulspælinum, aftur at hava tikið tað uppaftur.

Kórleiðari tykkara Julian er annars sjálvur kórlimur í mæta kórinum Coro Misto. Hetta kórið telist millum tey frægastu í Danmark. Fyrr í mánaðanum hoyrdi eg tey á konsert í Hasseris kirkjuni og gevi fegin kórlimunum í Álaborg-kórinum – og øðrum við – ráðini at vitja slíkar kórkonsertir. Tað er læruríkt at hoyra onnur kór; ikki minst kór, ið eru á so høgum listarligum støði sum Coro Misto. 

 

Kvøldið í kvøld minnir meg annars á eitt kvøld heima í Føroyum fyri 2 mðr síðani.

Poul svágur og eg vóru tveireinir í heiminum á Ólafløtti í Sumba.

– ‘Tað er hugnakvøld í dansistovuni í kvøld’, letur í seigliga sváginum.

– ‘Nå, hvat gera teir? – Spæla teir sjavs?

Tøgn  

– “Men um tú ætlar tær at fara, ja so komi eg kanska við.

– “So fara ogør kl. 19.30”

Uttan fyri var ódnarveður. Ogør nærmast bardu ogøn niðan í dansistovuna. Har lá  Sumbiarhólmur so klettafastur og  ‘vóð í skúmfaksi’. Atlantshavið oysti ta einu pøsina fyri og aðra eftir oman eftir rygginum á honum.

Í gongini í  umleið 100 ára gomlu dansistovuni hongur eitt innrammað skriv við vakrari áskrift – skrivað við gotiskum bókstavum. Hetta hugtók meg og var soljóðandi: 

Sum minning og til heiðurs

Hesir niðanfyri nevndu menn lótu byggja dansistovuna í Sumba:


Sámal Jacob Beck eystan Á
Johan Dam í Billhúsi
Olivur Gaard við Kvíggjá
Daniel Johan Joensen í Kvínni
Hans Petur Joensen hjá Hargar Johan
Hans Petur Kjærbo eystan Á
Niels Petur Nielen í Lopra
Sámal Richard í Kerinum
Tummas Vestergaard hjá Elspu

Væl verði teimum fyri!

Tá ogør opna hurðina inn í dansistovuna  var tað at kalla sum at trína inn í veitsluhølið her í kvøld: Um 60 fólk í tali sótu  rundan um borðini til góðan bita. Felagssangurin rungaði – fyri ikki um at tala føroyski dansurin aftan á góða borðhaldið !! – Tað gleddi meg at sanna, at mentanararvurin, føroyski dansurin, stendur í besta blóma í kvæðabygdini miklu!

‘Tað verður hugnakvøld uppi í dansistovuni í kvøld’, hevði svágur sagt. – Ja tað skal eg halda við at hetta gjørdist – og tað við lít.              

Ein dagin spákaði eg mær gjøgnum heimbygdina: 

Har uppi (á Fossi) liggur Petursborg.  Í 1907 lat Petur á Gørðunum hesa ‘borg’ sína byggja. Fyri 100 árum síðani – í 1919 – var hann formaður fyri forstandarskapið í heimbygdini, og millum mongu avrikini, hann tók stig til, kann eg nevna elverkið í Botni í Vági, sum fyllir 100 ár í 2021.
 
Í óvitaárunum var hendan ‘borg’ og barnaheim mítt sum eini hús. Millum trímenningar mínar uppi á Petursborg var leikbróðir mín Petur Hans Dahl. Í dag múlabindur hann mangan útvarpslurtaran, tá hann mánamorgnar kemur at mirkofonini og ber fram veðurtíðindini fyri vikuna. Og tað sum fólk flest serliga bíða eftir, eru gomlu veðurtekini, hann endar hesar 5 minuttirnar við.
 
Ein morgunin vóru veðurtekinini frá trímenninginum soljóðandi:  ‘Tá nátin fór at vaska sær, meðan hann lá á sjónum, var hetta tekin um, at nú bleiv illveður dagin eftir’. – Ein annan mánamorgunin sigur hann frá veðursteininum, hann hevði borið eygað við í Dalsbygd. Hará kundi hann lesa: 

Heitur steinur –  sól

Vátur steinur – regn

Kaldur steinur – frost

Hvítur steinur – kavi  

Óróligur steinur – vindur 

Steinurin sveiggjar- orkan 

Steinurin burtur – mjørki 

Tveir steinar – fullur.

Frá Petursborg gongur leiðin víðari út gjøgnum bygdina. Har úti liggur Jómsborg. Í óvitaárunum og upp eftir var bygningurin verkstaðið hjá pápabeiggjanum Dion Nolsøe (abbi løgtingsmannin Djóni Nolsøe Joensen, sum kanska onkur tykkara kennir). Seinastu mongu árini hevur tað verið felagshúsið hjá dansifelagnum í Vági – Jómsvíkingum

‘Drekka teir í Jómsborg
bæði úti og inni
drukku mjøð og kláran vín,
glaðir á hvørjum sinni

Tøkum lætt her í lundum
leikum vár’menn
latum várum dans væl falla’.

Her á sumrinum kundi eg lesa í Kr. Dagblad (gott blað!!) um ein víkingafestival, sum hvørt fyrsta vikuskifti í aug. verður hildin í Jómsborg. – Tó ikki í Jómsborgini í Vági, men har uppruna Jómsborgin stóð: á pólsku oynni ‘Wolin (Polen) suður úr Bornholm. Teir umleið 4.000 íbúgvarnir á oynni, sum liggur, har Oder áin floymir út í Eystrasalt, fleirfaldast hetta eina vikuskiftið. Víkingafestivalurin hevur einans 25 ár á baki, kundi eg lesa. – Til tykkum okkara millum, ið kenna víkingablóðið renna í æðrunum: har er eitt ferðamannamál t.d. komandi summar! – Ikki tí; heimaoyggjarnar draga sanniliga eisini ferðafólk til sín. Hetta setir síni spor, so ferðavinnan hevur sett í verk tiltøk fyri at bøta um slitið aftan á tey mongu ferðandi.

Hetta er eitt gott og spennandi átak, har eini 100 sjálvboðin uttan úr heimi koma til Føroyar fyri at rætta eina hjálpandi hond at bøta um slitið aftan á tey mongu vitjandi. Ferðaseðilin gjalda tey sjálvi, meðan ‘ból og biti’ er ókeypis. Átakið komandi ár verður 16. og 17. apríl. Undir átakinum verða 14 vælumtókt ferðamannamál ‘stongd’ fyri ferðafólki.


Eg havi hug til at nevna bert eina av borgunum í Vági aftrat, og tað er INGEBORG – verkamannakvinnuna miklu:

Ingeborg Vinther (f. 1945) var verkamannaforkvinna f Føroya arbeiðarafelag (1980-2011). Hetta sama ár sum Ingeborg gjørdist forkvinna í FA, gjørdist pólski Lech Walesa (f. 1943) leiðari fyri verkfallinum á skipasmiðjuni í Gdansk. Tey bæði høvdu tað í felag at arbeiða fyri korum verkamansins, sum førdi tey gjøgnum nógvan brotasjógvin. Ingeborg heima á klettunum og Walesa í Pólandi.

Tað gongur ein søga um, tá dagar hennara vóru í so buldrutir. Onkur spurdi tá mann hennara Andru, hvussu hann hevði tað í hesum døgum. Kvikliga svarar spakmælti og siðiligi Andru: Hvussu heldur tú, kona Lech Walesa hevur tað?

Nú endi eg við at flyta meg frá borgunum í Vági til nevndina í Álaborg við ynskinum um eitt gott og siðiligt veitslukvøld.

Takk fyri tøkini tit taka fyri at hugna um og styrkja føroyska felagsskapin her á leið.


Takk fyri.

Jóannes Nolsøe



 

Kára Veirum, sjálvboðið hjálparfólk og fyrrverandi nevndarlimur í felagnum

 

Kára Veirum, hjálparfólk og fyrrverandi og longstsitandi nevndarlimur í felagnum helt eisini røðu á Jólaveitsluni.

(Røðan er leysliga ljóðskrivað): Kára legði út við at greiða frá, hvussu tað hevði verið at verið limur í felagnum og sitið í nevndini tey seinastu árini:

 

Eg havi búð í Aalborg síðani 1991, og aftaná allir føroyingarnir fluttu heim í ’96, tá byrjaði at ganga niðureftir hjá felagnum. Vit hava havt fleiri hølir: Vit hava havt eitt høli í Nørresundby, har ið tað kanska kundu vera 20 fólk í. Tað var pinku- pinkulítið. Eg helt tá, at tað var skomm, at vit ikki kundu fáa fleiri føroyingar til, tí tað búðu fleiri føroyingar í Aalborg. Men nú síggja vit, at tað blomstrar upp: Vit eru 328 limir í felagnum.”, segði Kára og veitslugestirnir klappaðu fyri felagnum.

 

Kára helt áfram: “Tí uppfordri eg øllum tykkum, ið eisini skulu vera í Aalborg í næsta ár, at tekna tykkum aftur sum lim í næsta ár. Vit byrja at verða ein av teimum størstu føroyingafeløgunum útyvir tí í Kjøpinhavn. Og um tit kenna onkran, ið kemur niður, so er at eggja teimum til at melda seg til. Tí jú fleiri vit eru, jú fleiri møguleikar hava vit”. 

 

Kára greiddi síðani frá hølisviðurskiftum og limaskapi í føroyingafelagnum og segði eitt nú, “Til dømis hetta høli her, eitt sovorðið høli fáa vit bara, um vit eru fleiri, ið melda okkum til”, og sipaði til, hvussu ringt tað hevði verið hjá føroyingafelagnum at finna nøktandi høli til ymsu tiltøkini og fyri sømuligan prís. 

 

Síðani takkaði Kára nevndini fyri sjálvbodna arbeiðið í felagnum: “Eg vil eisini takka nevndini fyri alt arbeiðið, ið tey gera. Tað er eitt stórt arbeiði, og tað er ikki bert eitt frívilligt arbeiði, tey gera. Tað besta av øllum er, at tey hava nógv at gera, tí tey bæði arbeiða og studera við síðurnar av. Specielt nú, tá ið tey ganga til roynd. Állíkavæl so knokla tey fyri at fáa føroyingafelagið at koyra”.

 

Afturat tí takkaði Kára arbeiðsbólkinum og nevndarlimi fyri arbeiðið, ið á sinni varð gjørt fyri at fáa Álaborg á fíggjarlógina: “Og pluss, at vit hava prøvað og prøvað at koma á fíggjarlógina í fleiri ár, og so kom ein inn í føoyingafelagið. Hon hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Og eg veit, at tað er ikki bara hon, ið hevur gjørt tað, men tað var Brynhild. Hon hevur ringt og ringt til Føroyar.. og ja, hon hevur brúkt nógvar nógvar tímar uppá arbeiðið. Hon er ein av teimum, ið eisini hevur gjørt eitt megnar arbeiði í felagnum. Pluss nógv onnur!” 

 

At enda takkaði Kára fyri seg við orðunum: “Eg vil bara siga túsund túsund takk fyri alt, tit hava gjørt intil víðari og takk fyri, at tit vildu hoyra mína røðu”. 



 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1