Jólaveitlsan 2018
Bílegging av atgongumerkjum er niðast á hesari síðu.
Freistin er 18 november
Nú nærkast árliga jólaveitslan hjá føroyingafelagnum í Aalborg!
Tað verður ein rimmar veitsla við nýggjum hølum, gildismati, borðhaldi, gjøgnumførdum undirhaldi, sangi og kvøldið endar við dansi, sum vit kenna úr Føroyum.
Stað: Kayerødsgade 43 – 9000 Aalborg
Dato: Leygardagin 24. november 2018
Tíð: Dyrnar lata upp kl. 18:00
Orsakað av at jólaveitslan varð útseld í fjør, hava vit í ár leigað okkum størri og betri hølir til veitsluna í ár. Hølini, vit hava nú, eru eisini væl útgjørd við ljóð og mynd útgerð. Tískil hava vit aftur sett eina undirhaldsnevnd, sum fer at syrgja fyri at, vit øll fáa eitt stuttligt kvøld við felagssangi og láturkrampum.
Martin og Árni spæla undir borðhaldinum og til dansin, og tað verður gott pláss at taka ein svingom á dansigólvinum. So minnist til at lata tykkum í dansiskógvarnar og ikki smæðast um at dansa morgunin inn. Martin og Árni lova, at tað verður okkurt fyri øll at njóta og fáa gleði av.
Afturat tí fara vit aftur at selja lutaseðlar á staðnum, har høvuðsvinningurin er gávukort á 5.000 kr. frá Smyril Line!!
Kokkur okkara hevur skraddarseyma eina matskrá við forkunnugum veitslumati við føroyskum rávørum. Matskráin kann lesast við at TRÝSTA HER.
Luttøkugjald kostar einans 199 kr. pr. høvd fyri limir! Limaskapur er krav, um tit eru búsitandi í ”Region Nordjylland”. Um tit hava vitjan úr Føroyum ella aðrastaðni frá, kunnu tey gjalda luttøkugjald + eitt eindagsgjald á 20 kr. fyri at vera við.
Upphæddin skal gjaldast við flyting ella kontant eftir avtalu. Tá ið atgongumerkini eru goldin verður ein váttan send til tín teldupost.
MobilePay: 49703
Bankaflyting: 1551-1606549
Niðanfyri bíleggingarskipan er einans til bílegging av atgongumerkjum. Tey skulu gjaldast eftir tí gjaldshátti, sum er valt niðanfyri. Ikki fyrrenn atgongumerkini eru goldin gerast tey galdandi.
Váttan verður ikki send fyrrenn atgongumerkini eru goldin.
Tilmeldingarfreistin er farin!