No Comments
Jólamaðurin kemur á gátt
Góðu føroyingar,
Í ár hava børnini ikki møguleika at dansa um jólatræ og heilsa upp á jólamannin í Álastovu. Men jólamaðurin vil fegin heilsa upp á øll børnini, sum búgva í Aalborg og har í nánd. Hóast umstøðurnar, hevur jólamaðurin í ár tikið avgerð um, at hann fer runt til øll børnini at vitja. Hann hevur avgjørt, at hetta verður leygardagin tann 12. desember. Tá kemur hann framvið at banka upp á dyrnar hjá øllum børnunum. Jólamaðurin skal vitja nógv børn og kann tískil ikki lova eitt ávíst tíðspunkt, har hann kemur framvið, men hann kemur at vitja tey fyrstu kl. 14, og kemur so at vitja øll hini børnini so hvørt út á seinnapartin sama dag.
Jólamaðurin veit, at tað kanska ikki eru øll, ið vilja hava vitjan í hesum Korona-tíðum. Tí kunnu foreldur boða okkum frá, um tit ynskja at fáa vitjan av jólamanninum. Hetta kann gerast umvegis teldupost til erika@alaborg.fo í seinasta lagi fríggjadagin tann 11. december kl. 12. Tit kunnu gera tað lættari fyri jólamannin við at viðmerkja aldur og bústað í teldupostin.
Jólamaðurin hevur ein lítlan pakka við til børnini, og um ongin er heima, tá ið hann bankar uppá dyrnar, setur jólamaðurin pakkan uttanfyri dyrnar ella leggur hann í postkassan.
Jólamaðurin gleðir seg at heilsa upp á øll børnini, men tað er umráðandi, at tilmælini viðvíkjandi frástøðu verða hildin. Tí heitir jólamaðurin foreldur á at hjálpa honum og børnunum at halda frástøðu.
Heilsan,
Jólamaðurin
Mynd: www.colourbox.dk
Submit a Comment