Jóhanna: Næstforkvinna
Hey tit!
Eg eiti Jóhanna Ortind, og eri næstforkvinna í Álaborg. Eg eri 26 ára gomul og útbúgvin logistikøkonom. Eg stillaði upp til aðalfundin í 2020 fyri at fáa meira royndir innan sjálvboðið nevndararbeiði og verða meira aktiv millum føroyingarnar í Aalborg.
Sjálvbodna arbeiðið í Álaborg er sera áhugavert og mennandi. Vit hava altíð stuttligar og hugnaligar nevndarfundir. At vera við í nevndini gevur tær góðan møguleika at knýta nýggj vinarbond og styrkja títt netverk.
Mínar nevndaruppgávur hava m.a. verið:
- Samskipan av hallarbóking og kontaktpersónum innan ítróttin
- Barrleiðari og innkeypari til barrina
- Samskipan av kirkju, presti og organisti til gudstænasturnar
- Limaskrásetan
- Rættlesari til almenn skriv
- Annað fyrifallandi arbeiði
Um tú hevur áhuga fyri sjálvbodnum arbeiði og ynskir at hitta føroyingar í øðrum høpi enn vanligt, vil eg avgjørt eggja tær at stilla upp!
Eru spurningar, kunnu tit seta tykkum í samband við meg á Facebook, á Instagram síðu felagsins ella á @johannaortind
Submit a Comment