Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Hvat er eitt felag uttan sjálvboðin?

Hvat er eitt felag uttan sjálvboðin?

Vit (t.e. vit menniskju) hava ofta lyndi til at rósa teimum, ið fara frá okkum, og hetta er eisini tað, sum vit í Føroyingafelagnum hava gjørt hetta summari. Vit takkaðu Kjartan F. Andreasen og Jarmund Michelsen fyri teirra íkast og hjálp í Føroyingafelagnum. Kortini er tað ikki bert teir báðir, ið hava hjálp nevndini til tiltøk. Tí afturat teimum báðum hava vit aðrar “unsung heroes” í felagnum. Hetta er fólk, ið uttan at blunka bjóða eina hond tá ástendur og ikki vænta nakað afturfyri. Hesi eru vit í nevndini sera takksom at hava og eru tey gullverd. Tí uttan hesi ber ikki til at hava eitt virki felag – eitt felag sum ført fyri at bjóða limunum eina fjølbroytta skrá, ið hóskar øllum.

Vit í nevndini vilja takka: Birgir Dalfoss, sum við sínum kokkakynstrum hevur borðreitt við fantastiskum mati og sum vit við gleði kunnu boða frá, aftur til Jólaveitsluna í ár kemur at gera matin. Vivian Muller, sum altíð er klár at veita eina hjálpandi hond til tiltøk, óansæð um talan er um at dekka borð ella hjálpa til í køkinum ella við uppruddingini. Jes Veirun, sum við einum smíli trúfastur  vaskar upp eftir stóru veitslurnar. Hjørleif Splidt, fyrrverandi nevndarlimurin og heiðurslimurin í Føroyingafelagnum, er altíð klárur at taka væl í móti veitslugestunum. Lisbeth S. Michelsen, Sonja á Argjaboga og Jóannes Nielsen, tit trý eru drívmegin aftanfyri føroysku gudstænasturnar.

Afturat hesum, so eru vit í nevndini sera spent uppá at bjóða 4 nýggjum í nevndararbeiðið. Til Kom & Spæl hevur Barbara Tausen bjóða seg til at skipa fyri tiltøkunum. Til Álaquiz hava Robert Andreasen, Tummas J. Sigvardsen, Kristina Eliasen og Bjarni K. Petersen (sum eisini hevur hjálpt til tá felagið hevur víst Landsdystir) bjóða seg fram við eini hjálpandi hond til bæði at røkja barrina og at gera spurningar til quizirnar.

Vit í nevndini eru sera glað fyri hesi fólk, og vóna at enn fleiri nýta høvi at hjálpa til í Føroyingafelagnum í Aalborg.

Magnus Pauli West

Formaður

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1