Hjartans tøkk, Jarmund
So siga vit aftur farvæl við ein hollan stuðul. Eftir 3 ár í Aalborg við lesnaði á Aalborg Universitet, vendir Jarmund Michelsen nøsina heimaftur á klettarnar. Frá tíðliga í 2015 hevur Jarmund verði knýttur at Føroyingafelagnum, fyrst sum tiltakslimur og síðani sum sjálvboðin. Jarmund hevur við sínum leikluti, sum tiltakslimur og sjálvboðin, sett sín dám á arbeiðið handan veitslur og tiltøk.
Tað hevur verið fantastisk at havt ein persón sum Jarmund í felagnum. Við sínum “gå på mod” og lyndi til altíð at siga JA, hava vit í nevndini altíð kunna heitt á Jarmund til tiltøk og veitslur. Vit í nevndini fara at sakna Jarmund og ynskja honum blíðan býr í framtíð síni. – Magnus Pauli, formaður.