Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Her er matskráin til Jólaveitsluna

Her er matskráin til Jólaveitsluna

Okkara kokkar, Birgir Dalfoss og Bjarki Fjørdal, hava aftur í ár fyrireikað eina lekkra matskrá til ársins Jólaveitslu 23. november 2019. 

 

Forrættir

Føroysk rullipylsa

sky og leykur

Føroysk kjøtpylsa

leykur

Hýsuflak

remolada og sitrón

Turrur fiskur

epli og spik

Føroyskur royktur laksur

urtacremost og revasós

Sild og egg

leykur, mayones, tomatir og agurk

Heitt livradeiggj

bacon, súreplir og soppar

Skinsakjøt

súltað kálrabi

 

Høvuðsrættur

Dunna

Rómaeplir

Sky sós

Waldorf’s salat

Reyttkál

 

Dessert

Rísalamande við kirsiberjasós

 

OGNA TÆR ATGONGUMERKI HER

 


Um kokkarnar: 

Birgir Due Sørensen Dalfoss er 31 ára gamal havnamaður, sum arbeiðir sum Sous Chef umborð á M/F Norrønu. Síðani Birgir flutti til Aalborg í 2015, hevur hann verið trúfastur gestur og hjálparfólk til veitslur og onnur tiltøk hjá føroyingafelagnum. Birgir hevur m.a. staðið fyri matinum til Ræstkjøtaveitsluna 2018, matskránnið til Álastevnuna september 2018 og jólaveitsluni 2018. Í 2018 gjørdist Birgir so statt eisini ársins hjálparfólk í føroyingafelagnum í Aalborg. 

 

Bjarki Fjørdal er tvøramaður búsitandi í Hirtshals, sum til dagligt er hovmeistari umborð á Hordafor A/S í Norra. Bjarki flutti til Norðurjútlands 2017, og skjótur var hann at hjálpa til, tá ið okkum vantaðu kokk til Ræstkjøtaveitsluna 2019. Tað frøir okkum at fáa enn ein dugnaligan kokk í sjálvbodna toymið hjá føroyingafelagnum í Aalborg. 

 

Viðmerkingar

Viðmerking

Comments

UA-110930992-1