Gleðilig jól og takk fyri eitt fantastisk 2017, vónandi verður 2018 enn betri
Nú árið er farið at halla og tað einans eru fáir dagar eftir av 2017, so hevur Føroyingafelagið í Aalborg ikki fleiri tiltøk á skránni fyri 2017. Men samanumtikið so hevur hetta verið eitt heilt ótrúligt ár, sum hevur gingið yvir alt tað, ið vit í nevndini kundu vænta okkum.
Tá nýggja nevndin tók við í apríl mána í ár, tá gjørdi nevndin greitt, at felagið skuldi verða enn meira virki enn tað var í 2016. So vit satsaðu og hetta sats innihelt m.a. at vit gjørdu fleiri tiltøk og íløgur í felagið. Vit gjørdu eina nýggja barr í Álastovu, ein barr sum er einastandandi vøkur og ikki finst nakra aðrastaðni. Vit øktu um talið av teimum afturvendandi tiltøkunum og nýggj tiltøk fingu eina byrjan. Her kann nevnast: Skattajaktin, Romsmakking, Ladies Night, Politiska framløgu og so byrjaðu vit eisini at vísa føroyskar A-landsdystir, hjá monnum, á stórskíggja. Nú árið endar, so hava vit havt í alt 33 tiltøk. Afturat hesum, so hava vit hvørt fríggjakvøld bjóða útisetum innandura fótbólt, og í vetur fingu vit tvey innandura ítróttar lið afturat; eitt flogbóltslið, sum spælir hvørt mánakvøld, og eitt fótbóltslið, sum spælir hvørt hóskvøld. So um vit leggja øll hesi tiltøk saman, so hava vit bjóða okkara limum áleið 70 tiltøk í 2017.
Alt hetta hevur meira enn tvífalda limatalið frá 2016 til 2017, og nú 2017 endar eru tað 240 limir í Føroyingafelagnum. Hetta er ótrúliga flott og nakað sum vit í nevndini eru stolt av. Tað, at so nógv leggjast afturat, ger at vit í nevndini hava hug at gera enn meira burturúr 2018. Og í yvirlitinum fyri fyrstu hálvu av 2018 hava vit 17 tiltøk, og vit arbeiða framhaldandi við at fáa enn fleiri tiltøk í yvirlitið. Um vit skulu draga eitt tiltak framum øll hini, sum vit eru sera spenti til, so er tað Føroyskt filmskvøld, sum í veruleikanum er tvey tiltøk. Á hesum kvøldunum vísur Føroyingafelagið føroyskar stuttfilmar á stórskíggja og við á kvøldunum verður Andrias Høgenni, sum fer at greiða frá um filmarnar.
Vit í nevndini gleða okkum at taka í móti 2018 og vit eru so spent, at vit kunnu ikki halda alt loyniligt, sum hendir handan leiktjaldi. So tveir loynidómar, sum vit kunnu almannakunngera, eru at vit í 2018 fara at bjóða limunum møguleika at tekna seg sum lim og rinda fyri limaskapin umvegis heimasíðuna, og so hava vit fingið eina stuðulsavtalu í lag, sum fer at hjálpa um fíggjarliga. Hetta verður kunna meira um seinni í desember.
Nevndin í Føroyingafelagnum vil ynskja øllum okkara 240 limum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár, við tøkk fyri tað brátt farna.