Føroyskt kór í Aalborg
Álaborg kann nú bjóða limum sínum at syngja í einum føroyskum songkóri í Aalborg.
Julian Rasmussen og Birgit Sivertsen eru sjálvboðnir kórleiðarar og hava kórvenjingar hóskvøld kl. 19.00 í tónleikastovuni á Herningvej skole í Øst.
Julian Rasmussen er føddur og uppvaksin í Oyndarfirði
og flutti til Danmarkar í 2007, tá hann byrjaði á konservatoriunum í Aalborg. Julian dimitteraði sum organistur og dirigentur í 2013. Dagliga arbeiðir hann sum organistur bæði í Nibe og Vokslev. Afturat tí arbeiðir Julian eisini nógv sum akkompagnatør, solistur, sangari og dirigentur.
Birgit Sivertsen er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Í 2018 flutti hon til Aalborg at taka sær læraraútbúgving á UCN. Tónleikurin hevur altíð fylt nógv í dagligdegnum hjá Birgit, og hon hevur tí eisini valt tónleik sum valfak á læraraskúlanum. Birgit hevur sungið og spælt nógv í gjøgnum síni fólkaskúla- og studentaskúlaár. Tá ið hon varð spurd um, hvat henni dámdi best, svaraði Birgit: ”Allarhelst at syngja í sangkóri.
Eitt tað vakrasta sum er haldi eg vera kórtónleikur.”, og tað var júst tí, at hon vildi vera við til at stovna og reka sangkórið
í Álaborg.
Vit í Álaborg eru ógvuliga glað fyri, at Julian og Birgit vilja vera kórleiðarar í føroyingafelagnum. Afturat tí eru vit ógvuliga glað fyri, at felagið aftur kann bjóða limum møguleikan at ganga til kór og vóna, at nógv fara at gera sær dælt av tilboðinum.
Tey, ið ynskja at hoyra meira um kórið ella ynskja at gerast partur av føroyska kórinum í Aalborg, kunnu ringja eitthvørt til Julian á tlf. nr.: +45 31 25 15 49 ella Birgit á tlf. nr.: +45 23 30 45 53.
Kórvenjing í Aalborg
Nær: Hóskvøld kl. 19.00
Hvar: Herningvej skole
Herningvej 35
9220 Aalborg Øst
Hetta tilboð er ætlað limum í føroyingafelagnum í Aalborg. Øll eru vælkomin at tekna seg sum lim HER. Limaskapur fyri seinnu helvt av 2019 (august-december) kostar einans 75 kr og limaskapur fyri alt 2020 (januar-december) kostar einans 150 kr.
Comments