Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Turid við Rættará

Turid við Rættará

Turid við Rættará er 24 ára gomul og hevuri búð í Aalborg síðan 2015. Hon lesur jura á 10. semestri á AAU og verður so statt útbúgvin cand. jur summarið 2020.

Umframt at vera tiltakslimur í nevndini í Álaborg 2019/20 er hon sjálvboðin í Vegleðingini í Aalborg, sum hon var við til at seta á stovn í apríl 2019.

Turid hevur eisini aðrar royndir við sjálvbodnum arbeiði. Hon hevur arbeitt sum sjálvboðin skuldaráðgevi hjá Frelsens Hær og sum málsviðgeri hjá Danske lejere. Tí hevur Turid dyggar royndir at vegleiða um juridisk mál, skattarmál, skuld og meira.

Frítíðina brúkar Turid uppá at venja og at vera saman við vinum, samstundis sum hon nýtur seinasta semestri sum lesandi á AAU.


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1