Martin Didriksen
Stutt um
Martin er 26 ára gamal, f. 1994, og uppvaksin á Skála. Altíð havt áhuga fyri tí sosiala millum føroyingar, og tískil var tað eisini við tí fyri eyga at hann stillaða upp á aðalfundinum 2017 – Hann kom so syngjadi inn í nevdina! Hann hevur arbeitt støðugt við lýsingartilfari og heimasíðuloysn fyri Føroyingafelaginum, og umbygging av Álastovu m.a. barr o.s.fr. Til tey ymsu tiltøkini skal ikki nógv til áðrenn gittarin spælur góðan felagssang saman við fjøldini – hetta er nokk eitt eyðkenni hjá honum.
Lesandi á Aalborg Universiteti og búsitandi í Aalborg tók hann tí avgerð:
“Um eg ynski broyting í Føroyingafelaginum… So noyðist eg fyrst og fremst at gera nakað við tað sjálvur!”
Hann vil tískil mæla øllum til at royna lívið sum sjálvboðin fyri Álaborg. Tað er ótrúliga stuttligt, mennandi og læruríkt!
Heiðurslimur í 2021
Trúgvur og drúgvur limur, nevndarlimur, hjálparfólk og nú heiðurslimur.
Martin hevur, síðani hann flutti til Aalborg í 2015, verið fastur táttur av Álaborg familjuni og virkseminum, og hevur hann verið við til at menna felagið til tað, vit í dag kenna sum Álaborg. Frá óteljandi veitslum og tiltøkum við gittarspæli, undirhaldi og vertskapi; til heimasíðu og teldupostaskipan, ið hann sjálvur hevur forritað; og við ótroyttiligum ágrýtni hevur hann bygt – bókstaviliga bygt barr og bát – og givið seg sjálvan til felagið, so at hansara fingramerki eru at kalla allastaðni.
Felagið ynskir við hesum heiðursbrævi at takka Martini fyri trúfesti og tað tænandi lyndi, ið hann hevur givið seg til felagið við. Felagið takkar ríkiliga fyri og ynskir Martini bestu eydnu framyvir.