Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Jóhild Sørensen

Jóhild Sørensen

Eg eiti Jóhild Sørensen, eri 25 ára gomul og eri uppvaksin í Hoyvík. Eg havi eg búð í Íslandi í eitt tídarskeið beint áðrenn eg flutti til Aalborg at lesa í 2018. Eg lesi jura á Aalborg Universiteti, og í summar verði eg liðug vid bachelorin. Harumframt havi eg eitt arbeiði við síðuna av lesnaðinum, har eg arbeiði á einari matstovu nakrar ferðir um vikuna, tá matstovunar ikki eru lukkaðar niður, væl at merkja. 

Hvørt ár, tá tað hevur stundað til nevndarval í Álaborg, havi eg umhugsað at stilla upp. Nú valdi eg so endiliga at bjóða meg fram. Mær hevur altíð dámt væl nevndararbeiði og fyriskiping av tiltøkum, sum savnar fólk. Eg havi millum annað fyriskipað fimleikafagnaðin hjá Havnar Fimleikafelag í tvey ár og annað nevndararbeiði í sambandi við skúla. So nevndararbeiði er ikki heilt ókent fyri meg.
Eg havi sjálv luttikið í fleiri tiltøkum, sum Álaborg hevur skipað fyri, og tad haldi eg er ein gyltur møguleiki at hitta fólk, sum mann nokk annars ikki kemur í samband við. Eg haldi tað er deiligt, at vit hava eitt Føroyingafelag, og eg vil fegin vera við til at menna og gera felagið meira dragandi fyri føroyingar í Aalborg.


Viðmerkingar

Viðmerking

Næsta Grein

Tú lesur nýggjastu grein

UA-110930992-1