Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Jóhanna Ortind

Jóhanna Ortind
Jóhanna er 27 ára gomul og ættað úr Havn. Hon flutti í 2016 niður til Aalborg at lesa sjúkrarøktarfrøði. Hálvtannað ár seinni valdi hon at skifta lestrarleið. Áðrenn skúlabyrjan á nýggju útbúgvingini, arbeiddi Jóhanna eitt hálvt ár í røktini á Boðanesheiminum.
 
Jóhonnu dámar væl planlegging og tí lá logistikøkonom útbúgvingin til høgrabeinið, tí har snýr tað seg um at fáa alt í eini fyritøku at ganga upp í eina hægri eind. Hon er nú útbúgvin logistikøkonom, summarið 2020, og leitar í løtuni eftir starvi innan áhugamálini innkeyp og supply chain management.
 
Jóhanna hevur seinasta árið verið næstforkvinna í Álaborg, og tað hevur verið sera spennandi og mennandi fyri hana. Tí valdi hon at stilla upp aftur fyri at fáa enn meiri royndir innan sjálvbodna arbeiðið í Álaborg. Eisini er tað sera stuttligt at hitta nýggj fólk og royna nýggjar avbjóðingar, nú sum forkvinna. 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1