Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Hervør Hammer

Hervør Hammer

Hervør Hammer hevur verið nevndarlimur í felagnum í áratíggir. Hon flutti niður í 1958 og var við í nevndini í felagnum, sum var stovnað í 1965. Síðani tá hevur Hervør ávíkavist verið limur og nevndarlimur í felagnum fram til eina ferð í 00’unum. Hervør hevur síðani tá ikki havt nógv tilknýti til felagið, eftirsum virksemið fall og samskiftið bleiv digitaliserað.

Í samband við at nevndin í føroyingafelagnum í 2017 hevði ætlanir um at fáa søgu felagsins niðurskrivaða, bleiv gjørt vart við Hervør og virkið hennara í felagnum. Táverandi nevnd setti seg síðani aftur í samband við hana. Tað var í hesu samrøðu, at føroyingafelagið varð gjørt vart við alt arbeiðið, ið Hervør hevði gjørt fyri felagið og at hon eisini var heiðurslimur í felagnum. Nú eru Hervør og Álaborg loksins sameind aftur, og Hervør hevur síðani luttikið á tiltøkum í felagnum.

Hervør minnist aftur á tíðina í felagnum sum eina góða og stuttliga tíð, har hon hevur knýtt bond við nógvar føroyingar, eitt nú Knud Knudsen, Mogens Egholm, Peter Hans Winthereik, Rannvá Hollænder, Paula Andreassen, Jari Lykke, Christu Blaasvær, Ása Andreassen v.m. Hervør hevur veruliga verið við at hildið felagnum uppi í nógv ár, og tað eru júst fólk sum hon, sum eiga lívið í feløgum. Uttan slíkar eldsálir eru feløg eins og Føroyingafelagið lítið verd.

Felagið vil takka Hervør Hammer fyri trúfesti og gleðist um at síggja hana aftur í felagnum.


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1