Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Gurið Djurhuus

Gurið Djurhuus

Stutt um


Hey Føroyingar!
Eg eiti Gurið og eri 25 ára gomul. Eg flutti til Aalborg í januar 2015 í samband við útbúgving á UCN, pædagog uddannelsen. Eg bleiv vald í nevndina hjá Álaborg í apríl 2016 og afturvald í apríl 2017, og bæði árini havi eg verið skrivari.
Í núverandi løtu eri eg í gongd við mítt síðsta ár á UCN har eg, eftir loknan lestur, verið social- og special námsfrøðingur. Míni frítíðarítriv eru at renna, syngja í kóri og vera saman við vinum. Áðrenn eg flutti til Aalborg búði eg í Vági og gekk á miðnámsskúlanum í Suðuroynni. Eftir lokna studentar útbúgving arbeiddi eg umborð á Norrøni, inntil leiðin gekk til Aalborg.
Eg eri sera glað fyri at vera í nevndini hjá Álaborg og haldi eg tað vera sera týdningarmikið at hava eitt Føroyingafelag, har føroyingar kunnu koma saman og dyrka teirra tjóðskap. Eg eri komin at kenna nógv fleiri føroyingar enn áður og føli meg sum heima tá okur koma saman í Álaborg.


UA-110930992-1