Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Bjørt Wenningsted Á Tórgarði

Bjørt Wenningsted Á Tórgarði

Bjørt W. á Tórgarði er 23 ára gomul og lesur cand.merc.jur á 8 semestri. Hon er búðsitandi í Støvring saman við sjeikinum.

Bjørt er ein av stigtakarunum og sjálboðin í Vegleiðingini í Aalborg, sum varð sett á stovn í apríl 2019. Har kann hon vegleiða føroysk lesandi og tilflytarar í Norður Jútlandi um juridisk mál, skatt og annað, ið lætt fyrifellir. Dagliga starvast Bjørt nevniliga sum “studentermedhjælper” í LegalUp, har ið hon arbeiðir sum løgfrøðiligur ráðgevi. Afturat tí er Bjørt sjálvboðin løgfrøðiligur ráðgevi hjá rættarhjálpini “Iværksætterretshjælpen”, starvast sum “studentermedhjælper” á kontórinum hjá Smyril Line í Hirtshals og sum lívbjargari og svimjivenjari í Støvring. Tá tíðin er til tað, arbeiðir hon eisini sum kallivikarur í Guldbæk friskole. Bjørt hevur nógvar royndir og hevur eisini starvast sum sjálvboðin løgfrøðiligur ráðgevi hjá Danske Lejere og sum kassameistari hjá Støvring Multimotion.

Útvyir skúla og arbeiði brúkar Bjørt tíð saman við familju og vinum, at innrætta og gera DIY projektir saman við sjeikinum. Harafturat elskar Bjørt at nørdast í samfelagsrelevantum viðurskiftum og aktiemarknaðinum.


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1