Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Barbara Eysturoy

Barbara Eysturoy

Barbara Eysturoy er 24 ára gomul. Hon er uppvaksin í Tórshavn og flutti til Aalborg í 2016, tá ið hon byrjaði at útbúgva seg sum socialráðgeva.

Barbara er ein av stigtakarunum til Vegleiðingina í Aalborg, sum varð sett á stovn í apríl 2019. Hon vegleiddi føroyingum í Norður Jútlandi frá apríl 2019- desembur 2019, áðrenn hon flutti til Keypmannahavnar.

Barbara hevði nógvar royndir innan vegleiðing og sjálvboðið arbeiðið: Síðan Barbara flutti niður, hevði hon verið virkin innan ungdómspolitikk og annað sjálvboðið arbeiði. Hon hevur verið nevndarlimur í Lestrarráðnum síðan 2016, har hon gjørdist næstforkvinna í 2017. Barbara hevur eisini verið nevndarlimur í “Frit Forum Aalborg”, útisetanevndini hjá Sosialistisk Ung og forkvinna í fagfelags ungdómsnevndini hjá sosialráðgevum í Aalborg. Harafturat hevur hon eisini verið lestrarhjálpari á sosialráðgevaraútbúgvinigini.


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1