Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Annika í Jákupsstovu

Annika í Jákupsstovu

Annika í Jákupsstovu er 23 ára gomul og ættað av Toftum. Eftir at hava fingið studentahúgvuna Í 2017, fór hon í skrivstovulæru á Landsverki og bleiv útlærd skrivstovukvinna á vári 2020. Á Landsverki var Annika limur í trivnaðarnevndini, har hon dámdi væl at tryggja trivnaðin á stovninum. 

Á sumri 2020 fluttu Annika og sjeikurin til Aalborg, har hon nú lesur Erhvervsøkonomi á Aalborg Universiteti. 

Annika stillaði upp til Álaborgnevndina, tí hon vil royna nýggjar avbjóðingar og ynskir at styrkja samanhaldið millum føroyingar í Norðurjútlandi.


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1