Flaggdagshald: flaggrøða og myndir
Tór Marni Weihe helt flaggrøðuna í Álaborg, 25. apríl 2019 :
Góðu áhoyrar, útisetar, góðu føroyingar!
Eg havi eftirhondini hildið nakrar røður í gjøgnum ár og dag, ymsa staðni í heiminum og í ymiskum høpi, men hetta er kortini fyrstu ferð, at eg sleppi at halda eina flaggrøðu, so tí vil eg vil fegin byrja við at takka Álaborg fyri at skipa fyri hesum hátíðarhaldinum, og fyri tað álit og tann heiður, at sleppa at sigur nøkur orð her í dag.
Eg haldi eisini tað er deiliga ironiskt, at ein loysingmaður sum eg sjálvur, haldi mína fyrstu flaggdagsrøðu til eitt føroyskt flaggdagshald í Danmark.
Hetta er ein heilt serligur dagur. Flaggdagurin er sjálvandi altíð serligur, men júst hesin flaggdagurin er meiri serstakur enn teir flestu. Tað eru nevniliga í ár júst 100 ár liðin síðan, at Jens Olivur Lisberg í Keypmannahavn teknaði flaggið, vit í dag kenna sum Merkið: flaggið, sum vit í dag bera við eyðmjúkleika og stoltleika.
Tann fyrsti spurningurin, ein setur sær, tá ið ein verður uppringdur og biðin um at halda eina røðu, er: hvat skal hon snúgva seg um? Ein flaggdagsrøða skal sjálvandi haldast flagginum til heiðurs, so mikið veit eg. Eg veit eisini, at summi halda ikki, at flaggdagsrøður skulu hava politiskan lit. Tær skulu vera nationalromantiskar – ein løta, har vit føroyingar kunnu rósa okkum sjálvum, geva hvørjum øðrum herðaklapp fyri serstaka mál okkara, okkara serstøku mentan og ikki minst okkara vakra Merkið, men tær skulu helst halda seg frá politiskum spurningum.
Eg eri, so løgið tað ljóðar, ikki samdur!
Røður mugu hava ein boðskap. Uttan boðskap verður ein røða til eina sjálvrósandi skáltalu, fylt við sjálvhátíðarligheit og herðaklappum. Hesar røðurnar eru fínar í veistluhøpi, men allar heiðurstalur – serliga tær, ið snúgva seg um nakað so grundleggjandi, sum okkara tjóðarksparliga samleika – mugu spegla sær í og viðgera okkara samtíð og teir átroknandi trupulleikar, ið gera seg galdandi bæði á altjóða og heimliga pallinum.
Tann næsti spurningurin bleiv tí sjálvsagt: havi eg ein boðskap? Tað hugsaði eg, tá eg setti meg at skriva, at eg ivaleyst hevði. Tað er hóast alt valár og eg havi altíð havt greiðar meiningar… men tað vísir seg, at eitt ár av filosofiskum lesnaði kann fáa sjálvt tey, ið eru allarmest vís í síni søk, at ivast. Ikki minst um tað, ið tey áðrenn hildu vera púra sjálvsagt.
Kortini hugsi eg, at seinastu árini er tað eitt rák, ið serliga hevur fingið meg at stúra, og sum eg hugsi at siga eitt lítið sindur um í dag: politisk nationalisma
Um vikuskifti var eg í Berlin fyri fyrstu ferð. Tað var ein frálíkur túrur. Berlin er ein ómetaliga spennandi býur, ið hevur nógv at bjóða uppá. Hóast vit ikki brúktu nógva tíð at vitja støðini, har øll ferðafólkini eru, men heldur hildu okkum til tey støðini, har tey lokalu halda til – tað er eftir mínum tykki soleiðis, ein eigur at ferðast – so vildi eg fegin vitja eitt veruligt ferðafólkamál: Holocaust-minnisvarðan, ið formelt eitur: Denkmal für die ermordeten Juden Europas – Minnisvarðin yvir myrdu evropeisku jødarnar.
Tað er ein heilt serligur minnisvarði. Ikki bert ein steinur við eini áskrift, sum vit eru vón við heimanifrá, men eitt heilt torg – 20.000 fermetrar til støddar, har ein kann ganga millum 2.700 betong-stabbar á einum ójøvnum undirlagið. Endamálið er at skapa eina kenslu av klovning millum, á eini hondini, ein skipaðan og instrumentalistiskan menniskjaligan fornuft, ið er effektivur og neyvur og kaldur, og á hinari hondini okkara Humanität – okkara menniskjaligheit, okkara evnum til at vera miskunnarsom og hava samkenslu og empati.
Tað er ein heilt serlig uppliving, ið orð ikki kunnu lýsa.
Kenslan bleiv eisini absurd onkursvegna, tí at samtundis sum eg gekk millum betong-stabbarnar, ið eisini líkjast kistum, við hesi vamlisligu kensluni, so gekk eg millum ferðafólk úr øllum heiminum, øll við ymiskum tungumáli, ymiskum húðarliti og ivaleyst ymiskum átrúnaðarligum sannføringum.
Eg mintist aftur á, tá eg sum rættiliga blaðungur limaði meg inn í Unga Tjóðveldið. So løgið tað ljóðar, so brúktu vit tá rættiliga nógva tíð at verja flokkin móti ákærum um, at hann var (og er) nationalistiskur. Gamaní, so brúkar Tjóðveldi ein retorikk, ið tekur støði í tí “føroyska fólkinum” og “føroyskari mentan, siðaarvi og máli” og hetta at “føroyingar eru eitt heilt serligt fólk”. Í so máta er retorikkurin kanska nationalistiskur, men tað er ongin harradømis-idelogi knýtt at hesum. Ongin køld og kynisk klovning millum okkara menniskjaheit og empati og so ein politiskt-instrumentalistiskan rationalitet, ið kann hjálpa okkum at leggja onnur undir okkum.
Tað ber væl til at vera errin av síni mentan, sínum málið og hvat tað skal vera, uttan at halda seg vera betri enn onnur. Hetta, at halda seg vera betri enn onnur, at halda sín tjóðskaparsamleika verða meiri verdan enn aðrir, er skaðilig nationalisma, men eisini ein rættiliga tollutur tanki, tí hann er trupult at praktisera, uttan blíva beinleiðis rasistiskur.
Uttan at tað skal gerast alt ov filosofiskt, royni at seta tykkum sjálvi spurningin: hvat er ein føroyingur? Skulu vit vera veruligir nationalistar, sum mugu vit í minsta lagið hava eina greiða definitión av hvønn vit eru nationalistisk vegna.
Mostur mín er gift við einum manni úr Malaysia. Hann er svartur, og vaks upp í einum hinduistiskum heimi í Kuala Lumpur. Hann plagdi at eita Mahendran Subramaniam, men tók navni Bryan, tá hann konverteraði til kristindóm. Hann møtti mostur míni á einum Bíbliuskúla í Ungarn og hevur búð í Føroyum tey seinastu nógvur árini. Hvørji kriterium skal ein uppfylla, fyri at verða føroyingur? Er hann føroyingur? Og um vit viðurkenna, at hann er, er hann so líkaføroyskur sum eg, ella kanska eitt annað slag av føroyingi? Kann hann nakrantíð blíva líka nógv føroyingur sum eg?
Hetta er ein góð filosofisk venjing, kritisk viðger av orðum og hugtøkum, vit brúka í gerandisdegnum, og tá fólk spyrja meg, hvat filosofi kann brúkast til, so er tað júst hetta. Filosofi setur spurnartekin við alt, eisini tað, vit ganga runt og halda er púra sjálvsagt. Tí ting eru ongantíð púra sjálvsøgd, og tá fólk ikki seta seg inn í og kritiskt viðgera tey orð og hugtøk tey brúka, so kann tað skjótt ganga galið.
Nationalisma kann vera skaðalig, ongin ivi um tað. Men tíverri er tað eisini hinvegin blivið vanligt í dag at hoyra fólk ákæra alt og øll, ið bara minnir um nationalismu, fyri rasistar, fascistar og nasistar. Hesi, ið koma við slíkum ákærum, skilja yvirhøvur ikki millum legitiman politiskan kriktikk og vandamikla nationalistiska ideologi. Tey hava ikki kritiskt viðgjørt orðini, tey sjálvi brúka, og eru í grundini ikki greið yvir, hvat tey merkja.
Hetta má steðga, og tað beinanvegin, tí hetta er í grundini líka farligt, sum nationalistiskt ideogi!
Eg æltaði mær ikki at nevna hann, tá eg setti meg at skriva, men eg kenni á mær at hetta poengi má fram: Rasmus Paludan.
Fyri nøkrum vikum síðan skrivaði eg eitt essay í Dimmalætting um talufrælsi. Tað er onki loyndarmál at liberali filosoffurin John Stuart Mill er ein av mínum yndishugsarum – og eg taki fult undir við hansara radikalu formulering av talufrælsinum. Tað merkir, at hóast eg haldi at Rasmus Paludan er ein respektleysur idiot, hvørs tiltøk bert eru ein ússalig roynd at vinna undirtøku og uppmerksemi við klíva tjóðina sundur í tvey, so fari eg eisini altíð at stríðast fyri rættinum hjá honum at vera tað.Hansara framferðarháttur er ikki í lagið, og eg skammist at búgva í sama landi sum fólk, ið fara soleiðis við øðrum mentanum enn teirra egnu. Ímyndi tykkum, um fólk komu saman at brenna Merkið? At fólk komu saman at spíta á føroyska mentan?
Trupulleikin er, at tað er í lagið at fólk taka býttar avgerðir í einum fólkaræði. Fólk siga og gera býtt ting, onkuntíð bara tí tey heilt einfalt faktiskt eru býtt. Kierkegaard skrivar einastaðni, at “Mængden er Usandheden!” og tit kenna helst øll Winston Churchill sitatið um demokrati. Men vit mugu bara viðurkenna, um vit ynskja at kalla okkum sjálvi demokratar, so er tað í lagið, at fólk í USA velja Trump til forseta, í lagið at fólk í Bretlandi velja Brexit og at lima seg úr ES og í lagið at fólk her í Danmark smita runt við og spíta á koranina.
Hóast ein kann vera ávirkaður av tí, og til tíðar hava hug at øsa seg, og brúka orð sum rasist, fascist og nazist, so hjálpir tað yvirhøvur ikki. Loysnin er kritisk hugsan og upplýsing. Hitt, ger bert støðuna enn verri.
Eg havi sagt hetta við nógv, og nú sigi eg tað við tykkum eisini. Hugsi tykkum væl um, tá tit velja orð og hugtøk at brúka um mótstøðufólk. Byrja vit at kalla hampiligar fólkafloksmenn av Skálafjørðinum fyri rasistar, um teir ikki vilja hava, at skattapengar skulu brúkast til flóttafólk, hvat skulu vit so kalla tey, sum ynskja at taka øll rættindi frá minnilutum, ið hava skeivan húðarlit, ja kanska enntá fara so langt at fongsla tey?
Tá inflatión kemur í eitt slíkt hugtak, so minkar tann kritiski mátturin í tí áhaldandi, til hann at enda hvørvur. Við støðugt at lækka gáttina, so fleiri og fleiri eru umfevnd av hugtakinum, so normaliserað tað og geva tí politiskan legitimitet.
Í prædikarinum lesa vit, at: “tað sum hevur verið, skal verða, og tað sum hevur hent, tað skal henda: einki er nýtt undir sólini”.
Tað er púra vist, at søgan hevur hug at endurtaka seg. Og tá hon ger, so mugu vit vera til reiðar. At tað tykist sum at nationalisman alsamt styrkist kring knøttin ber ikki til at lata eyguni aftur fyri. Men tað er ikki í sær sjávlum nakað negativt ella vandamikið, tí at sum eg nevndi áður, so er onki galið við, at fólk eru errin av sínum egna tjóðarsamleika og vilja stýra og ráða yvir sær sjálvum. At fara at ákæra tey, ið kritiserað ávísar politiskar avgerðir fyri at vera nationalistar, er sjálvandi í summum førum í lagið, men soleiðis sum orðini verða brúkt í dag, so stúri eg fyri, at skjótt kann enda við, at fólk vera errin av vera rasistar og fasistar. Og tá er tað gingið heilt galið.
Kortini, so er og má tað vera okkara uppgáva at halda eitt vakið eyga við, at tað ongnatíð verður neyðugt at reisa nýggjar minnisvarðar yvir myrd fólk í Evropa.
Eg má biðja um umbering fyri hetta nakað dapra tónalagið. Flaggrøður plaga vanliga at vera meiri upplyftandi enn hendan, men eg hugsi sum so, at um ikki filosoffarnir koma við teimum kritisku spurningum, sum kunnu fáa fólk at gerast illa við, og sum elva til sjálvreflektión, ja, hvør skal so gera tað?
Eg skal tó ikki her “på falderebet” snýta tykkum fyri eina mergjaða og upplyftandi tjóðskaparyrking, so eg fari runda hesa røðu av við at lesa “Heil og sæl tú Føroya skúta!”, eftir Rasmus Effersøe upp fyri tykkum.
Heil og sæl tú Føroya skúta!
Heil og sæl tú Føroya skúta!
Fyri báru ikki lúta.
Leggið allir árar út.
Hav á lofti hvønn frían klút.
Hvør, ið sjálvbjargin vil vera,
má nú egnar byrðar bera.
Køvir av um framburðsleið.
Síggið til, tit villast ei!
Tit, sum verða við at stýra,
hugsið væl um farmin dýra,
brótið ikki stýrisvøl,
so at fólkið kemst á kjøl.
Minnist allir garpar kátir:
enn vit eru eftirbátur.
Reisið væl upp egið búgv.
Haldið fram í vón og trúgv.
Royn úr dølskni brátt at rembast,
lat nú allar tægrir strembast,
meiri verk og færri orð:
legg so knørr við knarrarborð.
Takk fyri øll somul og góðan flaggdag!