Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fastalávintshald í Álastovu

Fastalávintshald í Álastovu

Sunnudagin 23. februar skipar Álaborg fyri árliga fastalávintshaldinum fyri familjum í Norðurjútlandi. 

Nú bjóðar føroyingafelagið í Aalborg aftur familjum í Norðurjútlandi til eitt hugnaligt fastalávintshald í Álastovu. Til fastalávintshaldið skulu vit sum vant pynta tunnuna, síðani skal kattakongurin finnast og grýlurnar fáa okkurt søtt.

Aftur í ár verður ársins grýla funnin. Hon fær okkurt ein lítlan vinning frá felagnum. 

Sum nakað nýtt verður eisini ein grýluskattaveiða saman við Anfinni. Hann vónar, at nógvar grýlur koma at hjálpa sær at finna grýluskattin. Føroyingafelagið bjóðar teimum eisini vaksnu grýlunum kaffi og te. 

 

Fastalávintshaldið verður 23. februar kl. 14.00 í Álastovu á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg.

 

Vit taka myndir undir fastalávintshaldinum. Tosið við myndafólkið, um tit ikki ynskja at vera á myndunum. Myndirnar verða lagdar út á heimasíðu felagsins. 

 

Nevndin

 

 

Fylgið eisini tiltakinum á Facebook


Tiltakið er ætlað limunum í føroyingafelagnum í Aalborg. Limaskapur í Álaborg kann teknast her og kostar 150 kr. fyri vaksin og 5 kr. fyri børn og er galdandi alt 2020. 


 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1