Eyka aðalfundur
Leygardagin 17. apríl 2021, kl. 13.00 verður eyka aðalfundur í Føroyingafelagnum í Aalborg. Tíverri er tað enn óvist, hvar fundurin verður, men tað kann hugsast, at neyðugt verður at stroyma eyka aðalfundin yvir netið. Vit vóna tó, at veðrið verður til vildar, og at tilmælini loyva okkum at hava fundin úti í nattúruni.
Hetta er á skrá til eyka aðalfundin:
- Tryg.dk
- Frágreiðing um fundin við Aalborg Kommune um bústað felagsins
- Sjálvboðin í Álaborg
- Nevndarval 2021
Send inn uppskot til eyka aðalfundin
Um tú hevur spurningar í sambandi við nevndararbeiðið ella eyka aðalfundin í Álaborg, kanst tú seta teg í samband við nevndina á teldupost, umvegis Facebook ella Instagram.
Øll uppskot um broytingar, uppskot um tiltøk í felagnum o.l. eru kærkomin og kunnu sendast á teldupostin alaborg@alaborg.fo. Uppskot í samband við eyka aðalfundin skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 10. apríl 2021.
Tað eru bert limir í felagnum, ið hava rætt til at atkvøða og at stilla upp til valið. Aldursmarkið fyri tað sama er 18+.
Komið við á eyka aðalfund og verið við til at seta dám á Føroyingafelagið í Aalborg.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Nevndin
Ynskir tú sum valevni 2021/22 at fáa talutíð á heimasíðuni, á Facebook vanganum ella á Instagram, kanst tú seta teg í samband við umboð fyri nevndina í Álaborg.
Submit a Comment