Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Erika: Tað er tað vert, tá man sær útslitið av tí man hevur arbeitt fyri

Erika: Tað er tað vert, tá man sær útslitið av tí man hevur arbeitt fyri

Heey tit!

Eg eiti Erika Hjalgrímsdóttir, og eri forkvinna í Álaborg! Eg eri 26 ára gomul, eg lesi til radiograf og eri í gongd við mína siðstu praktik nú.

Eg stillaði fyri fyrstu ferð upp í 2019 og var nevndarlimur í eitt ár. Mær dámdi so væl og tók eitt ár aftrat, og tað fyrsta eg segði var faktisk, at eg ikki vildi verða forkvinna, men eg tók tó uppgávuna á meg. Eg kann einki annað siga enn, at tað hevur verið eitt fantastisk upplivilsi, og eg havi lært nógv um meg sjálva! Tað hevur verði mennandi, spennandi, avbjóðandi og ikki minst gevandi <3

 

Her eru so nógvir føroyingar í Nordens Paris, og mær dámar væl at vera við til at skapa nýggjar relatiónir, varðveita og betra um umstøðurnar hjá føroyskum útisetum her í Aalborg. Hetta hevur tó verið ein torfør uppgáva, meðan koronakreppan hevur herjað á. Tó hava vit havt eitt mega gott og flott nevndarár við 281 LIMUM! Altso WAUW! (tað var 327 í 2019, so eitt lítið fall – men væntað)

 

Eg vil ikki lúgva og siga, at tað bara hevur verið ein dansur á rósum, men tað er tað vert, tá man sær úrslitið av tí man hevur arbeitt fyri.

 

Mínar uppgávur sum forkvinna hava verið nokkso breiðar, og eg føli eg eri komin vítt umkring. Hetta er sjálvandi við einari ótrúligar nevnd við mína lið <3 Mínar uppgávur hava í høvuðsheitum verið:

* Ábyrgd at ansa eftir, at viðtøkurfelagsins verða hildnar
* Visjón og missión felagsins
* Samskifti við kommununa
* Ábyrgd av HR í felagnum og leiðsla av felagnum
* Branding hjá felagnum
* PR hjá felagnum

* Útvegan av viðmæli

 

Hesar uppgávur havi eg als ikki havt sjálv, men við nevndini við mína lið, og tað hevur riggað ótrúliga væl! Mær dámar væl sjálvboði arbeiði og eitt stórt pluss er, at hetta pyntar eisini VÆL um á CV’inum!

 

Eg kann ikki annað enn at viðmæla øllum um at stilla upp til nevndarvalið, ið verður 17/4-2021.

 

Um tit hava spurningar, so enduliga skriva til mín á Facebook, á Instagram síðu felagsins ella til mín privat á @erikahjalgrimsdottir

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1