Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ein miðsummar heilsan

Ein miðsummar heilsan
"Game Changer" Banksy, 2020

“Game Changer”, Banksy, 2020

Fyrri árshelmingur 2020: Álaborg merkt av sosialari frástøðu

Eins og so manga aðrastaðni, so varð alt virksemið í Álaborg fyribils niðurlagt í mars, meðan savningarforboðið, við tess viðmælum, var galdandi.

Tað gjørdist skjótt greitt, at tvey av teimum heilt stóru tiltøkunum – Ræstkjøtaveitslan og Karnevalgongan – fóru ikki at bera til hjá okkum. Men stúrið ikki! ”Skipasmiðjan” hevur arbeitt dúgliga uppá ein nýggjan, størri bát til komandi karneval. Kortini vóru onnur tiltøk, ið vit hildu bóru til at stroyma, so møguleiki var hjá øðrum at fáa tey við.

Her hava vit av størri tiltøkum havt Flaggdagshaldið og Páskagudstænastuna. Sum eitt afturvendandi tiltak høvdu vit ÁlaQuiz – tað vísti seg at vera væl umtókt av okkara limum og øðrum. Tað var eitt høvi at stytta sær um stundir, ímeðan samfelagið var í niðursettari ferð.

Tá vit nú eru liðug við hesa fyrru hálvuna av 2020, og vit líta aftur á serligu tíðina í lockdown, so stendur okkum greitt, at øll hesi tiltøk høvdu ikki verið gjørlig, uttan so at gott fólk traðkaðu til.  Hesi fólk eru okkum gull verd.

Vit hava sæð í verki, hvussu nógv vit eru tengd at hvørjum øðrum: til flaggdagsrøðarar, prest, Quiz-vertir og tónleikarar krevst áhoyrarar, kirkjufólk, Quiz-luttakarar og lurtarar – og sjálvsagt tøkningar og aðrir snillingar handan tað sjónliga.

Øllum teimum, ið hava so ríkiliga hjálpt okkum við øllum tiltøkum, senda vit eina hjartans tøkk. Eisini vilja vit takka øllum, ið luttóku á nevndu tiltøkum og deildu innihald á sosialu miðlunum.

Tað hevur enntá ligið so væl fyri, at tað eru fleiri, ið hava teknað seg sum lim hjá Álaborg, hóast vit ikki hava kunnað savnast. Teimum takka vit eisini hjartaliga fyri áhuga og álit.

Vit gleða okkum til aftaná summarfrítíðina, at koma í gongd aftur. Vónandi ber tá til frítt at savnast aftur og njóta samveruna við hvørjum øðrum. Um tað verður til vildar, so fara vit at leggja út við einum spennandi vælkomu-Grunch™, ið er ein blanding av grill og brunch, tann 29. August 2020.

Øllum verður ynskt eina góða Ólavsøku og framhaldandi góða summarfrítíð!

Vinarliga

Nevndin

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1