Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Myndasavn

Myndasavn: Flaggdagur 2021

25/04/2021 |

Sunnudagin hin 25. apríl var flaggdagur, har føroyingafelagið skipaði fyri einum flaggdagshaldi uttanfyri nýggju hølini á Mylius Erichsens Vej 165A. Sólin kagaði fram, og vinir og kenningar hugnaðu sær til ein lekkran drekkamun og ein køkubita úti í góðveðrinum.

Nevndin … Les meira...

Myndasavn: Jólamaðurin vitjar

17/12/2020 |

Leygardagin tann 12. desember kom jólamaðurin á gátt hjá nógvum fittum føroyskum børnum í Aalborg.

Í hesum Korona-tíðum hevur tað verið ein avbjóðing fyri felagið at halda tiltøk. Hettar hevur eisini verið galdandi fyri barnatiltøkini, og av somu grund var … Les meira...

Myndasavn: Jólagudstænasta 2020

10/12/2020 |

Traditionen tro var føroysk jólagudstænasta sunnudagin tann 6. desember. Prestur, Lisbeth Solmunde Michelsen, fekk avtalu í lag, so at gudstænastan í ár kundi haldast í rúmligu dómkirkjuni í Aalborg, Budolfi Kirke.Pláss var til heili 120 syngjandi gestir. Mett verður, at … Les meira...

70-ára hátíðarhald fyri Lisbeth Solmunde Michelsen

04/09/2020 |

Mikudagin tann 2. september var 70-ára hátíðarhald fyri heiðurslimi felagsins, Lisbeth Solmunde Michelsen. Hátíðarhaldið var hildið í Kleysturkirkjuni, har føroyskar gudstænastur vanliga verða hildnar. Skipað var fyri eini sangløtu, har Jóannes Nolsøe, heiðurslimur og organistur, og føroyska songkvinnan, Daisy Johannesen, … Les meira...

Myndasavn: Fastalávint 2020

15/03/2020 |

23. Februar skipaði Álaborg fyri Fastalávintshaldi við tunnusláttri og skattaveiðu fyri føroysku børnunum í Aalborg.

Tá ið kattakongurin var funnin, funnu vit útav, at bommið var stolið. Børnini fóru so á skattaveiðu við Skipara Garðshorn, har ið tey fyrst … Les meira...

Jólaveitslan: Myndasavn

04/12/2019 |

23. Novembur skipaði føroyingafelagið í Aalborg fyri jólaveitslu fyri 120 føroyingum í Norðurjútlandi. Mikkjal Olsen tók myndir. 

Ársins Jólaveitsla hjá Álaborg var hildin í Viva Bolig á Kayerødsgade fyri 120 veitsluglaðum føroyingum.

Undir veitsluni var Regin Hjelm Joensen borðfúti, Birgir … Les meira...

Flaggdagshald: flaggrøða og myndir

25/04/2019 |

Tór Marni Weihe helt flaggrøðuna í Álaborg, 25. apríl 2019 :

Góðu áhoyrar, útisetar, góðu føroyingar!

Eg havi eftirhondini hildið nakrar røður í gjøgnum ár og dag, ymsa staðni í heiminum og í ymiskum høpi, men hetta er kortini fyrstu … Les meira...

Myndir: Ræstkjøtaveitslan 2019

28/03/2019 |

Leygarkvøldið 16. mars var árliga ræstkjøtaveitslan í føroyingafelagnum og meira enn 50 føroyingar í veitsluhýri vóru savnaðir til fullsettu veitsluna á Forchhammersvej 5 í Aalborg. Borðhaldið byrjaði kl. 19.00 og forkvinnan, Bryndis í Dali, bjóðaði vælkomin. Til veitsluna kokkaðist hovmeistarin, … Les meira...

Myndir og framløgur frá Tórskvøld

11/03/2019 |

Fríggjakvøldið 1. mars skipaðu Tórshavnar kommuna, Hugskotið og føroyingafelagið í Aalborg fyri Tórskvøld 2019. Áður hevur Tórskvøld verið í Keypmannahavn, men hetta var fyrstu ferð, at tiltakið var hildið í Aalborg. Á Tórskvøld 2019 vóru borgarstjórin, Annika Olsen, og umboð … Les meira...

Myndir: Álastevnan 2018

28/09/2018 |

Nakrar myndir frá ársins Álastevnu. Vit vilja takka øllum, sum løgdu leið sína framvið stevnuni.

Myndamaður: Tróndur Fuglø

UA-110930992-1