Barnafimleikur seinna hálvár í 2020: Tilmelding
Hey allir føroyingar 😃👋🏼
Føroyingafelagið í Aalborg fer aftur at bjóða fimleik til børn við Rebekku Fuglø og Boga Sørensen 🤸🏼♀️
Málbólkurin eru gentur og dreingir í aldrinum 2-7 ár, men tað er sjálvsagt pláss fyri bæði yngri og eldri børnum 👶🏼👧🏽👦🏼
Fimleikurin fyri seinna hálvár av 2020 byrjar leygardagin tann 19. september og verður í fimleikahøllini á Herningvej Skole. Venjing verður fast annan hvønn leygardag í líka vikum fra kl. 10.30 til 11.30 📆
Fyri at melda barn/børn til fimleikin, er tað krav, at barnið/børnini og minst eitt av foreldurunum eru limir í Álaborg í 2020.
Tilmeldingin fer fram umvegis hesa leinkju: https://alaborg.fo/
Eisini er tað gjørdur ein nýggjur bólkur á Facebook til høvi. Hesin bólkurin eitur ”Barnafimleikur í Álaborg”.
Tá ið barnið/børnini eru tilmeldað(i) til fimleikin, kunnu tit ”anmoda” um at koma í hendan bólkin. Tað eru sostatt bert tey, ið eru tilmeldað til fimleikin fyri seinna hálvár, ið sleppa í bólkin. (Og tað er neyðugt at vera limur)
Fyri at minka um smittuvandan, verða øll amboð sprittað áðrenn og eftir venjing. Tað hevði frøtt fimleikavenjararnar, um nøkur kundu givið eina hjálpandi hond, tá avrudding er og amboð verða sprittað av. Vit mæla eisini fyribils til, at bert eitt foreldur kemur við barninum/børnunum til venjing 😊
Vit síggjast!
Nevndin