Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Barnabøkur

Samstarvsavtala ímillum Sp/f Sansan og Álaborg

Góðu limir, nevndin í Álaborg veit, at fleiri foreldur og børn sakna føroyskt tilfar og føroyskar barnabøkur í Aalborg. Tessvegna hevur Álaborg gjørt eina samstarvsavtalu við Sp/f Sansan barnabøkur. Hetta merkir sostatt, at føroyingafelagið hevur møguleika at bíleggja og heinta tær bøkur, sum limir okkara tekna seg upp til áðrenn freistina. Tey, sum hava teknað seg til barnabøkur, skulu einans gjalda og heinta bøkurnar í Álastovu ella á øðrum staði í postnummar 9000 eftir avtalu. Við at bíleggja bøkurnar ígjøgnum okkum spara tit fraktina burtur, sum sambært heimasíðuni kostar upp í 200 kr.

Freistin at bíleggja barnabøkurnar og fáa tær niður áðrenn jól er mánadagin 3. December 2018.

GG! Bílegging fer einans fram, um undirtøkan er nøktandi. Hetta er ein avgerð, sum Sp/f Sansan og Álaborg taka í felag.

Bíleggingarfreistin er farin. Møguleiki er aftur í 2019.

Tjaldrið – 175 DKK

   

Les um, tá ið tjøldrini koma heim at reiðrast men ikki finna gamla reiðurplássið.

Boggelibogg – 120 DKK

Í hesari bókini kanst tú lesa um, tá Bogg hitti gamla krossfiskin, Stóra Kalla og øll hini.

Boggelibogg 2 – 140 DKK

Hoyr um, hvussu likkan fer avstað við Klinku.

Knassi og Rokkarin – 175

Heimalambið Knassi verður settur í fjósið saman við tí garvilla frísuta Rokkaranum.

 

 

UA-110930992-1