Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Avtala um atgongdaravsláttur í Fun-Park Hirtshals

Avtala um atgongdaravsláttur í Fun-Park Hirtshals

Umframt samstarvsavtalu við GoBoat Aalborg, Springeren Maritimt Museum og Forsvars- og Garnisonsmuseum hevur nevndin í Álaborg hervið eisini gjørt eina avtalu um avsláttur til Fun-Park í Hirtshals. Í 2018 fáa limir í Álaborg nevniliga 15 kr. í avsláttri til atgongdargjaldið í Fun-Park Hirtshals, tá ið limakortið verður víst fram.

 

Fun-park Hirtshals kunnu tit m.a.:

  • Fara á útferð í stóra grøna økinum ella í skóginum. Egin matur ella keyptur matur á staðnum kann njótast í teltunum á økinum.
  • Fara á spæliplássið, sum hevur reiggjur, rusjibanar, sandkassar, trampolinir, klintritrø og mánabilar.
  • Fara á indiánaraferð, gera bál og grilla, spæla við lasso og fáa andlitsmáling.
  • Tit kunnu harumframt spæla minigolf, flogbolt, koyra tok, ponnyríðing, bogaskjóting, skjóta við luftbyrsu og mangt annað.
  • Hitta øll djórini í parkini. Fun-Park Hirtshals hevur m.a. dádýr, lamur, seyð, kaninir, mýs, asnar, høsn, kalkunir, pappageykar, vaskibjarnar, revar og fleiri.

 

Upplatingartíðir í Fun-Park Hirtshals:

Adressa:

Fun-park
Minkvej 10
9850 Hirtshals

 

Tit kunnu lesa meira um Fun-Park á heimasíðu teirra www.funparkhirtshals.dk

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1