Avsláttur á Heidi’s og Guldhornene
Føroyingafelagið í Aalborg og tær báðar barrirnar Heidi’s Bier Bar og Café Guldhornene hava gjørt eina avtalu um fastan avsláttur. Heidi’s Bier Bar og Café Guldhornene eru helst størstu barrirnar í Jomfru Ane Gade og hava opið fleiri dagar um vikuna.
Heidi’s Bier Bar og Café Guldhornene vilja fegin bjóða limum okkara:
- 1 fløsku (33 cl) Tuborg ella útvaldan sjuss til tín og 4 vinir allar upplatingardagar til kl. 23:59.*
- 1 fløsku rúsdrekka (70cl) við sodavatn fyri kr. 399 allar dagar/nætur.**
- Ókeypis garderobe á Heidi’s Bier Bar ella Café Guldhornene, um tit koma við jakkunum áðrenn kl. 23:59.
Fyri at virkna avslátturin skalt tú vísa limakort títt í einum av barrunum.
* Tilboðið er ikki galdandi 25 dec., 31 dec., á J-degnum ella á Aalborg Karneval. Tilboðið er heldur ikki galdandi dagar, har Føroyingafelagið heldur veitlsur í Jomfru Ane Gade. Tilboðið er bert galdandi á einum av báðum barrunum dagliga, tvs. um tú hevur fingið eina øl á Café Guldhornene, ber tað ikki til at fáa eina afturat á Heidi’s Bier Bar. Verður tilboðið misnýtt, er vandi fyri, at Føroyingafelagið missir avtaluna.
** Í mesta lagi 1 fløsku per lim per dag. Tú kanst velja ímillum eina fløsku av vodka, gin ella rom.
Nevndin