Posts By Gunn Zachariasen
Kunning: Ongin ræstkjøtaveitsla áðrenn summar
19/02/2021 | Gunn ZachariasenKæru limir, Vit hava avgjørt, at árliga ræstkjøtaveitslan verður tíverri ikki á hesum sinni. Tað skal hervið verða sagt, at veitslan við vissu ikki verður áðrenn summarið 2021. Tað er enn óvist, um veitslan verður seinni í ár, men … Les meira...
Aðalfundur 2021
17/02/2021 | Gunn ZachariasenAðalfundur
Leygardagin 6. mars 2021, kl. 13.00 verður aðalfundur í Føroyingafelagnum í Aalborg. Hesaferð verður aðalfundurin øðrvísi enn tað hevur verið undanfarin ár. Undir øðrum umstøðum hevði felagið bjóðað til brunsj við øllum góðum, men núverandi almennu tilmælini loyva tíverri … Les meira...
Limaskapur 2021
18/12/2020 | Gunn ZachariasenTað er nú møguligt at tekna sær limaskap í føroyingafelagnum í Aalborg fyri 2021.
Tað er nú møguligt at tekna sær limaskap í Álaborg fyri 2021. Limaskapur fyri vaksin kostar 150 kr., og limaskapur fyri børn kostar 5 kr. … Les meira...
Myndasavn: Jólamaðurin vitjar
17/12/2020 | Gunn ZachariasenLeygardagin tann 12. desember kom jólamaðurin á gátt hjá nógvum fittum føroyskum børnum í Aalborg.
Í hesum Korona-tíðum hevur tað verið ein avbjóðing fyri felagið at halda tiltøk. Hettar hevur eisini verið galdandi fyri barnatiltøkini, og av somu grund var … Les meira...
Myndasavn: Jólagudstænasta 2020
10/12/2020 | Gunn ZachariasenTraditionen tro var føroysk jólagudstænasta sunnudagin tann 6. desember. Prestur, Lisbeth Solmunde Michelsen, fekk avtalu í lag, so at gudstænastan í ár kundi haldast í rúmligu dómkirkjuni í Aalborg, Budolfi Kirke.Pláss var til heili 120 syngjandi gestir. Mett verður, at … Les meira...
Minningarorð um Jóannes Nolsøe – Eitt lívstykki er farið
03/12/2020 | Gunn ZachariasenTil minnis um Jóannes Nolsøe – f. 24.06.42, d. 27.11.20
Tað var ein løgin kensla ein sat við, tá deyðsboðini um Jóannes Nolsøe komu. Nú var hetta lívsglaða menniskja, hesin heiðurslimur, ikki ímillum okkum longur.
Jóannes Nolsøe var nakað heilt … Les meira...
Jólamaðurin kemur á gátt
02/12/2020 | Gunn ZachariasenGóðu føroyingar, Í ár hava børnini ikki møguleika at dansa um jólatræ og heilsa upp á jólamannin í Álastovu. Men jólamaðurin vil fegin heilsa upp á øll børnini, sum búgva í Aalborg og har í nánd. Hóast umstøðurnar, hevur … Les meira...
Andlát: Jóannes Nolsøe
01/12/2020 | Gunn ZachariasenJóannes Nolsøe, heiðurslimur, ættaður úr Vági, búsitandi í Skagen, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjadagin 27. november, 78 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vágs Kirkju hósdagin 3. december klokkan 13. Minnisgáva kann latast Ruth Smith savninum ella Vágs kirkju, konta … Les meira...
Jólaheilsur 2020
27/11/2020 | Gunn ZachariasenGóðu føroyingar í Norðurjútlandi,
Vanligt hevur verið, at Føroyingafelagið í Aalborg á hvørjum ári hevur skipað fyri einum jólatiltaki, har møguleiki hevur verið at taka jólaheilsur upp. Í ár gera umstøðurnar, at felagið einki jólatiltak kann hava fyri limum. … Les meira...
Duka longir stuðulsavtalu
13/11/2020 | Gunn ZachariasenVit kunnu við gleði boða frá, at stuðulin frá telefon- og teldufyritøkuni Duka er longdur, soleiðis at Duka stuðlar føroyingafelagnum við einum internethaldið í Álastovu fyri alt 2021! Tá vit øll kunnu savnast aftur í nýggja árinum, verður hetta brúkt … Les meira...