Ársins karnival gonga
Halló!
Vit skulu bera hesi boðini víðari frá reiðarínum !
Boðini niðanfyri eru tikin frá Facebook Tiltaksbólkinum.
Góðu tit øll, sum eru áhugaði at mynstra umborð á okkara frálíka skip! Vit, á brúnni, hava ikki doypt
skipinum enn. Okkara elskaða far er ikki fari av bakkastokki enn, og tískil verður tað ein ”NAVNAKAPPING” á hesum tráðnum – meira um hetta seinni.
26 mai, í ár, er Aalborg fylt av øllum abekattum og tískil heita vit á øll um at sleppa sær umborð sum skjótast! Tilmeldingarfreistin er 17 mai (SERIØST!), tí at proviantur skal keypast inn til longu leiðina í
hørðum sjógvi.
Skiparin sjógvin gradar, við sekstant og radar, soleiðis at vit leggja frá kai við ”Øst Paraden”, og leggja síðani at bryggju aftur uppi við Post-Sentralen – meira um hetta kemur í øðrum posti.
Hvør mynstraður maður/kona fær eitt armband, og í tí armbandinum eru 10 ØL/CIDER + Gourmet matur aftaná lokna skrúðgongu.
Fyri at skipa alt í einum lista:
• ÁRSINS TEMA ER “SJÒLÍVIД
• Tilmeldingarfreistin er 17 mai.
• 10 Øl/Cider + pylsur, breyð, ketjup, leykur og alt annað
• Byrja í sokallaðu ”Øst-Paraden”
• Fylgja streyminum inntil vit raka Kildeparken, og fara síðani yvir á Post-Sentralen.
• Grilla verður síðani grasøkinum, sum er beint við.
• Kostnaður fyri Øl-Tilboð v. grill er 85 DKK
• Kostnaður fyri Cider-Tilboð v. grill er 95 DKK
• Limaskapur í Álaborg er sjálvsagt eitt krav (Eindagsgjald er tó galdandi við teimum vanligu treytinum)
• Gjaldast skal við MobilePay á 49703 – Viðmerkjast skal ”Karneval – ØL/CIDER – NAVN”.
NAVNAKAPPING!
Okkara elskaða skip skal doypast áðrenn lagt verur frá kai!
Tískil ber til at viðmerkja títt uppskot á hesum tráðnum, og síðani skal ein dómsnevnd velja besta uppskot.
Vinnandi uppskotið fær eitt ókeypis Øl/Cider-Tilboð v. grill!!
Í 2017 varð tað, gamla skipið, doypt “M/S Kjølsvínið”.
Alt samskifti frá fyriskiparunum er á Facebook-Tiltakinum.
Loynkja til Facebook-Tiltakið er HER!