Ársins hjálparfólk
Birgir Due Sørensen Dalsfoss
Í samfull fýra ár hevur Birgir stuðlað felagnum við frálíka góðu kokkakynstrum sínum. Felagið kann altíð líta á Birgir, tá ið veitslur skulu haldast og svangir føroyingar í Aaborg skulu fóðrast við góðum føroyskum mati. Serliga er hansara avbera góða jólasjálvtøkuborð nakað, sum folk tosa um í fleiri vikur aftaná.
Hóast felagið ikki hevur havt nógv at bjóða Birgiri afturfyri fantastisku góðu hjálp sína, møtir hann altíð upp við einum smíli. Tá ið okkurt ikki gongur, sum tað skal, sigur Birgir altíð við lætta lyndi sínum: “hatta finna vit útav”.
Leygardagin 16. februar móttók Birgir heiðursbræv, har ið nevndin í Føroyingafelagnum í Aalborg takkaði Birgiri fyri trúgva arbeiðið í felagnum. Birgir bleiv so statt ársins hjálparfólk nevndarárið 2018/19.