Ársins hjálparfólk 2020/21: Egil Zachariasen
Fastur táttur hjá felagnum er at heiðra sjálvbodnum hjálparfólkum, ið hava gjørt okkurt eyka fyri felagið, og til flaggdagin tann 25. apríl 2021 var Egil Zachariasen kosin ársins hjálparfólk 2020/21.
Árið 2020 var árið, har felagið – eftir eitt metár í 2019 og í kjalarvørrinum á alheimsfarsóttini – mátti niðurleggja alt virksemið stórsta partin av árinum. Meðan virksemi felagsins lá stilt, gjørdi felagið sítt fyri, at Álastova kundi nýtast undir teimum umstøðunum, ið vóru, tá ið samfelagið so smátt opnaði upp aftur áðrenn summarsteðgin. Eftir summarsteðgin náddi felagið at hava eina grillveitslu, tvær Álaquiz’ir – eina í Álastovu og eina í Gaden – og eina hjálparfólkaveitslu, áðrenn farsóttin tíverri aftur gjørdi um seg, og samfelagið var lukkað niður. Eftir nýggjár fekk felagið teirri boð, at allar ognir skuldu út úr hølunum á Forchhammersvej. Hettar tí at Aalborg Kommune skal umvæla hølini, har millum annað ”Loftið” – sum vit áðrenn kendu sum skansan hjá Skipasmiðjuni – skal gerast til eitt stórt alrúm, ið kann nýtast til veitslur og onnur tiltøk. Hettar merkti, at felagið skuldi flyta í onnur hølir. Kommunan hevur útvegað eini høli til felagið at vera í, inntil umvælingin á Forchhammersvej er liðug, og nýggj hølir eru klár til felagið at húsast í. Vegna plásstrot, kundi alt tilhoyr hjá Skipasmiðjuni – bátar, timbur, dekk, mastur og hvørt av sínum – og onnur ogn hjá felagnum, sosum grillir, gassgrýtir og drekkivørur, tó ikki vera í nýggju fyribils hølunum á Mylius Erichsens Vej. Til alla lukku fann felagið eitt bilhús tætt við Vejgaard Torv, og harvið eisini tætt við Skat. Her kann skipasmiðjan nú húsast.
Í øllum resinum hevði felagið sjálvsagt tørv á hjálparfólkum, til alt frá at gera Álastovu klára til Korona-vinarlig tiltøk, til at flyta eitt nú tilfar, bátar, grillir og gassgrýtir í nýggja bilhúsið og allar aðrar ognir hjá felagnum niðan í nýggju hølini á Mylius Erichsens Vej. Her hevur Egil verið ein rættur brandur, har hann uttan nakað hóvasták altíð var klárur at rætta felagnum eina hjálpandi hond: Hann hevur lagt bil til eitt hvørt óteljandi ferðir, hjálpt til at gera klárt og ruddað av til tiltøk, hjálpt til at borið og verið sjaførur til fleiri stórar flytidagar og hjálpt til til aðrar fyrifallandi uppgávur. Listin er langur! Hann hevur verið felagsins ”alt mulig mand”!
Álaborg ynskir tískil at takka Egili fyri trúgva hjálp til felagið seinasta árið.
Føroyingafelagið í Aalborg heiðraði ársins hjálparfólki 2020/21 við tveimum leskiligum fløskum at sløkkja sær tostan við.
Felagið ynskir harafturat at takka øllum sjálvbodnum hjálparfólkum, ið hava hjálpt til á ein hvønn hátt. Uttan allar hesar eldsálir hevði lítið verið um felagið. Stóra takk fyri, øll somul!
Nevndin 2020/21
Submit a Comment