Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Árliga ræstkjøtaveitslan hjá Føroyingafelagnum í Aalborg

Árliga ræstkjøtaveitslan hjá Føroyingafelagnum í Aalborg

Nú er tað endiliga tann tíðin av árinum tá árliga ræstkjøtaveitslan hjá Føroyingafelagnum í Aalborg verður. Leygarkvøldið 17. mars letur Føroyingafelagið dyrnar upp til siðvandu veitsluna – eina veitsla sum hevur alt tað sum eyðkennir eina góða føroyska veitslu. Hetta kvøldið verður rættuligur veitslu rómur á Forchhammervej 5 og hvat er betur enn ein samanrenning av føroyskum mati, gott veitslu lag, felagssangur, skemt, undirhald og tónleikur?  Føroyingafelagið hevur til hetta høvi nevniliga ogna sær rættuliga gott føroyskt seyðakjøt, ið er ræstna í Føroyska veðurlagnum og innflutt við Nørruni.

Veitslan verður, sum sagt, á Forchhammervej 5 og farið verður til borðs klokkan 19.00, dyrnar lata tó upp hálvan tíma áðrenn. Kostnaðurin fyri veitsluna er 150 kr. og luttakararnir skula verða limir í Føroyingafelagnum. Undir borðhaldinum og til dans aftaná spælir Árni E. Lisberg og Martin Didriksen, og teir fáa hjálp frá dugnaligum tónleikarum. Kostnaðurin fyri dansin er 50 kr. fyri limir, og dansurin byrjar kl. 00.00.

Orsaka av tí fantastiska, ræsta anganum frá kjøtinum, so eru vit skerd tá tað kemur til hølisviðurskiftir her í Aalborg, tí verður ræstkjøtaveitslan í hølum, har einans pláss er fyri 55 gestum. Sostatt er avmarka nøgd av atgongumerkjum og vit heita tí á tykkum, ið ætla at koma til veitsluna, um at tekna tykkum skjótast gjørligt. Tekningin til veitsluna fer fram soleiðis: send ein teldupost til: alaborg@alaborg.fo. Í teldupostinum upplýsir tú hvussu nógv atgongumerkir tú ynskir, samstundis upplýsir tú navn/nøvn á teimum, ið skula við. Tá Føroyingafelagið hevur móttikið teldupostin fær tú ein teldupost sendandi við upplýsingum um, at tú ert skrásett/ur og hvar tú skal flyta peningin. Tað er først til mølle prinsippi sum er galdandi!

Vit gleða okkum at síggja teg tann 17. mars!

Viðmerkingar

Viðmerking

Comments

UA-110930992-1