Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Grillveitsla í dag

Grillveitsla í dag

Í dag, leygardagin 8. juni kl. 13.00, skipar føroyingafelagið fyri árligu grillveitsluni fyri limum felagsins á Forchhammersvej 5-7. 9000 Aalborg.

Takið tykkara yndis grillmat við, og vit bjóða pylsur, breyð, salat, kettjup, sinnop og saft, so hetta nýtast tit ikki at hugsa um. 

 

 

 

 

 

 

 

 

Um tað viðrar, fara vit at hava vatnspøl bæði til børn og vaksin, soleiðis at vit kunnu svala okkum. Vit hava vatnballónir, vatnslangu og Slip N Slide, og um tit hava okkurt annað, sum eisini hevði verið hóskandi til dagin, eru tit vælkomin at taka hetta við! 

Um tit vilja vera við í vatnspølunum, er tað skilagott at taka svimjiklæðir og eitt handklæði við sær oman. Vit hava vatnslangu á staðnum, soleiðis at man fær skolað sær kroppin.

Inni stroyma vit kappróðurin á Sundalagsstevnu í Hvalvík.

Vit gleða okkum at hittast við tykkum, til eina hugnaliga løtu áðrenn farið verður í summarfrí.

Nevndin


GG! Hetta er seinasta freist at avheinta limakortið áðrenn summarferiuna. Lesið meira um, hvar tit fáa avsláttur við limakortinum HER


 

 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1