Anja: Eina uppliving og nøkur vinarbond ríkari
Hey tit!
Eg eiti Anja Magnussen og eri 25 ár. Eg flutti til Aalborg í 2017 og havi tikið eina bachelor í Kommunikation og Digitale Medier. Eg eri byrjað uppá kandidatin í kommuninatión, men eri í løtuni í barsil.
Hetta nevdarárið hevur ikki verið eins og undanfarnu ár, tí vit hava, orsaka av koronu, ikki haft møguleika at skipa fyri teimum stóru tiltøkunum, sum Álaborg árliga skipar fyri, so sum karnevalgongu, ræstkjøtaveitslu og jólaveitslu. Tó hava vit haft onkur fysisk tiltøk fyri limum okkara, og annars hevur undirtøkan til okkara online tiltøk verið sera góð.
Tá eg á aðalfundinum, á vári 2020, valdi at stilla upp, hugsaði eg, at eg fegin vildi geva mítt íkast til, at ung lesandi í Aalborg høvdu okkurt at savnast um. Somuleiðis vildi eg fegin, at eg kundi brúka teir førleikar eg havi fingið umvegis mína útbúgving. Eg havi seinasta nevdarárið arbeitt við at skaffa stuðlar og vinningar til ymisk tiltøk. Eisini havi eg umsitið og skaffað avslátraravtalur til limir okkara. Ein part havi eg eisini umsitið sosialar miðlar saman við øðrum í nevndini. Seinastu tíðina havi eg tó verið í barsil og tískil brúkt mest tíð saman við okkara lítlu Aldu, og hevur hetta verið møguligt, tí hini í nevdini hava verið ófør at traðka til.
At vera ein partur av toyminum í Álaborg er bæði gevandi, læruríkt og forbiði stuttligt. Man gleðir seg til nevdarfundirnar og at práta og hugna sær saman við hinum nevdarlimunum. So um tú umhugsar at stilla upp til nevndina í Føroyingafelagnum í Aalborg, so haldi eg bara tú skalt gera tað, tí óansæð hvat, ert tú eina uppliving og nøkur vinarbond ríkari. Tað geniala er eisini, at man kann tilpassa uppgávurnar til førleikarnar hjá einum sjálvum – og so er tað eisini ordiliga gott fyri CV!
Submit a Comment