Álaquiz verður fríggjakvøldið 5. mai
Fríggjakvøldið 5. mai kl. 21.00 verða dyrnar til Álastovu latnar upp og kl. 22.00 byrjar Álaquiz! Eisini er tað her at nýggja barrin í Álastovu verður avdúka.
Bjarni Kárason Petersen hevur játta seg sum Quizmeistara, og tað gleða vit okkum øll til! Eitt lítið hint til hvat Hr. Quizmeistar hevur í tonkunum verður lagt út á Instagram stutt áðrenn Álaquiz byrjar.
Í barrini stendur Kjartan Festirstein Andreasen
Barrin verður sjálvsagt opin har vit m.a. selja alskyn føroykst øl, og til tey meira garvaðu hevur barrir eisini annað at bjóða uppá.
Til tiltakið verður avmarkað atgongd og vit bjóða sjálvandi útisetum møguleikan at gerast limur í felagnum.
Vit gleða okkum til at síggja tykkum.