Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Álabrunsj, kunningarframløga til nýggj í Aalborg og Álaquiz

Álabrunsj, kunningarframløga til nýggj í Aalborg og Álaquiz

Leygardagin 26. august setur Føroyingafelagið í Aalborg hol á seinru hálvu av 2017, har vit nærum hava sett allan dagin av til tykkum útisetar.

Vit byrja leygardagin við brunsj kl. 10.00, har vit sum vant borðreiða við einum lekrum morgunmatarborðið við m.a. egg, flesk, viðskera, rundstykki og vaflur verða at finna.

Um 12 tíðina hevur felagið eina stutta framløgu til tey nýggju í Aalborg, har vit m.a. kunna um felagið, hvørji tiltøk verða og hava aðra kunning um at verða lesandi og flyta til Danmark.

Bæði tiltøkini eru ókeypis!

Seinri um kvøldið, kl. 22.00, verður Álaquiz. Dyrnar til Álastovu lata upp kl. 21.00. Barrin verður sum vant opin, har vit m.a. selja alskyns føroyskt øl og drynkir.

Tað er avmarkað atgongd til tiltakið, so tað ræður um at verða tíðiliga í Álastovu.

Vit bjóða fólkið møguleika at gerast limur í felagnum til øll tiltøkini.

Vit gleða okkum til at heilsa uppá nýggj og “gomul” í Álastovu!

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1