Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Álaborg sóknast eftir umsitara av sosialu miðlunum

Álaborg sóknast eftir umsitara av sosialu miðlunum

Føroyingafelagið í Aalborg sóknast eftir einum dugnaligum persóni til sjálvboðið arbeiði at umsita Facebook og partvíst Instagram í 2019.


Sum samskipari av teimum sosialu miðlunum vænta vit, at tú

  • Ert nýhugsin innan marknaðarførslu á sosialu miðlunum. 
  • Lýsir við tiltøkum ávikavist á Facebook og Instagram Story. 
  • Skrivar stuttar greinar um tiltøk felagsins.
  • Svarar fyrispurningum á Facebook (Messenger og Facebook viðmerkingum). 
  • Ert málsliga stinn/ur í føroyskum. 

Sum sjálvboðin verður tú ein partur av einum vaksandi felagsskapi og samstundis ein týðandi partur av menningini av næststørsta føroyingafelagi í kongaríkinum. Afturat tí fært tú møguleikan at menna egnar royndir innan samskifti og marknaðarførslu á teimum sosialu miðlunum. 


Um hetta hevur tín áhuga, ert tú vælkomin venda tær til okkara ella senda okkum eina stutta umsókn á alaborg@alaborg.fo innan 1. Februar 2019. 


Nevndin

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1