Álaborg bjóðar brunsj
Føroyingafelagið í Aalborg bjóðar øllum vælafturkomin úr jólaferiu við einari lekkrari brunsj 12. januar 2020.
Vit servera brunsj kl. 10.00 í hølum okkara á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg. Til brunsjina hevur tú høvi at hitta nevndina, hoyra meira um Álaborg, limaskap, sjálvboðið arbeiði í felagnum, tiltøk o.a. fyri 2020.
Tað er sjálvsagt ókeypis at luttaka á brunsj. Tú ert vælkomin at tekna teg sum lim til brunsjina; limaskapur í 2020 kostar 150 kr. fyri vaksin og 5 kr. fyri børn.
Við limaskapi í føroyingafelagnum kunnu tú og børnini luttaka á øllum tiltøkunum í felagnum, nýta ítróttartilboðini, sum føroyingafelagið bjóðar í 2020 og fáa aðrar ágóðar, sum tú kanst lesa meira um her. Limir fáa útflýggjað limakort til tiltakið.
vit síggjast
Tað er ikki krav at verða limur fyri at koma til brunsj!